Mikukvøldið 26. november kl. 17.30 verður aftur skrúvuguðstænasta í Hoyvíkar kirkju.
Prestur sigur frá, og børn og vaksin eru saman um eina góða bíbliusøga. Síðani verður niður undir í Kirkjukjallaran til ein góðan bita av lasanju.
Hetta er samstundis síðsta skrúvuguðstænastan í ár. Siður er, at tær eru síðsta mikukvøld í hvørjum mánaði, og ikki kann sigast annað enn, at kirkjuráðið gleðist um undirtøkuna. Rættiliga fitt av fólki plagar at koma, og vit halda fram næsta ár við skrúvuguðstænastunum.










