Skuffandi ár

Ein tann týdningarmiklasti leikarin á liðnum hjá NSÍ, Helgi L. Petersen, hevur enn ikki tikið støðu til, um hann fer at spæla fótbólt aftur komandi ár

Helgi L. Petersen hevur í mong ár verið ein tann vandamiklasti áleyparin í føroyskum fótbólti og við undantaki av ár 2000, hevur Helgi leikt øll árini í barndómsfelagnum NSÍ. Nú er nógv, sum bendir á, at Helgi kanska ikki fer at spæla fótbólt komandi kappingarár.

Skúlin krevur nógv
Tá ið vit hitta Helga beint eftir dystin móti føroyameistarunum úr HB í Runavík leygardagin, stendur hann eitt sindur burtur frá og eygleiðir rúgvuna av ovurfegnum HB-viðhaldsfólkum og leikarum, sum gera klárt til at taka ímóti gullinum.
? Hetta hevur verið eitt vánaligt ár hjá okkum. Vit eiga at kunna vinna heiðursmerkir, men í ár hevur tað ikki gingið nóg væl. Vit hava verið alt ov óstøðugir, og tað er øgiliga skuffandi, sigur Helgi. Rituvíkingurin leggur afturat, at tá ið tað er sagt, so skal eisini skoytast uppí, at HB hevur verið so nógv, nógv tað besta liðið í Føroyum í ár, og føroyameistaraheitið hjá teimum er so fult uppiborið.
Um sjálvan dystin leygardagin sigur Helgi, at fyrsta løtan í dystinum var vánalig, men so líðandi vaknaði dysturin. ? Tað sást allarhelst eisini, at hvørki av liðunum hevði nakað serligt at spæla fyri. Hetta gjørdi, at bæði liðini spældu rættiliga frítt, og tað kann skapa ein góðan dyst, sigur hann.
? Tá ið vit so verða skerdir til 10 mans, fara allar spælaskipanir og avtalur annars fyri borð, og so verður bara spælt eftir fríum fantasi, og tað eydnast so okkum at koma afturíaftur tvær ferðir, og tað er ikki so galið, heldur Helgi L. Petersen.
Spurdur um hann hevur gjørt nýggja avtalu við NSÍ fyri komandi kappingarár, sigur Helgi L. Petersen, at hann enn ikki hevur gjørt av, um hann fer at spæla fótbólt komandi ár. ? Nú eri eg farin undir skúla aftur, og tað krevur øgiliga nógv, so eg ivist í, um eg skal lata verða við at spæla komandi ár, sigur hann.