Skuldsettur fyri at almannakunngera privatar upplýsingar

Ein maður varð í gjár skuldsettur at almannakunngera privatar upplýsingar hjá øðrum á Facebook

 

Tað var eitt uppslag hjá einum persóni á Facebook í gjár, sum varð meldað til løgregluna.

Vaktleiðarin á politistøðin í Havn sigur, at persónurin hevur lagt eitt skriv hjá einum øðrum persóni út á Facebook, og at tað ikki er loyvt. Hann verður skuldsettur fyri brot á grein 264 d í revsilógini, sum sigur, at tað kann revsast við bót ella upp til seks mánaðir í fongsul, um tú uttan loyvi letur víðari boð ella myndir um privat viðurskifti hjá øðrum um privat viðurskifti.