Tað var fyri at fáa mannin til hús, at løgreglan tók ein fullan mann upp í Klaksvík stutt fyri klokkan tvey í nátt. Men maðurin var ikki blíður við løgreglufólkini, sum vaktu hann.
Hann gjørdist so ómøguligur og útfarandi og strævin, at løgreglan mátti handtaka mannin.
Vaktleiðarin á politistøðini í Havn sigur, at maðurin mátti sova rúsin út í klivanum á politistøðini í Klaksvík, og har fekk hann eina bót fyri brot á skilhaldsreglarnar við sær, tá hann varð latin leysur aftur í morgun.










