Skuldu smugla børn við íslendskum flogfari

Myndugleikarnir í Tjad hava forðað fyri, at meiri enn 100 børn vórðu flutt av landinum

Myndugleikarnir í Tjad hava tikið fleiri fólk, sum verða løgd undir at hava havt ætlanir um at ræna tey meiri enn 100 børnini og at fara av landinum við teim­um. Tey tiknu vilja har­afturímóti vera við, at ætl­anin er at flyta børnini til Fraklands fyri at verja tey, og at hetta er í samsvari við altjóða reglur.

Sambært Reuters hava myndugleikarnir avdúkað, at fleiri av børnunum høvdu bind um bein og armar, hóast tey einki mein høvdu fingið. Børnini, sum er millum trý og átta ára gomul, eru nú í einari legu í Tjad.

Tey, sum skuldu flyta børn­ini úr Tjad til Frak­lands, høvdu leigað eitt flog­far til endamálið. Sam­bært íslendskum fjølmiðl­um er talan um eitt flogfar, sum eitt dóttirfelag hjá Icelandair eigur, men sum eitt spanskt felag hevur leig­að.