Undan dystinum var tað eins og leikandi venjarin hjá VB, Krzystof Popczynski, gjørdi nógv fyri at undirspæla leiklutin hjá VB. Millum annað vísti hann í leygardagsblaðnum á, at einki trýst var á teimum, tí teir longu høvdu rokkið meira, enn nakar hevði roknað við. Eftir dystin viðgekk hann tó, at tað stóð nógv á, tá teir fóru á vøllin.
- Hetta var sjálvandi ein stórur dystur fyri okkara viðkomandi, og beint nú eri eg bara fegin um, at alt spældi væl av. Vit byrjaðu kanska nóg so varliga, men alt í alt mundi spæliætlanin vera hin rætta.
- Vit royndu at skapa ein góðan fótbóltsdyst, og hetta haldi eg eisini eydnaðist okkum, tí vit kláraðu at søkja á B36 málið, uttan at hetta viðførdi, at vit gjørdist ov tunnir í verjupartinum.
Góðan stuðul
- Tað hevði eisini stóran týdning fyri okkum, at talan gjørdist um ein góðan dyst. Stuðulin frá áskoðarunum var heilt einastandandi, og tað skulu teir hava stóra tøkk fyri. At áskoðararnir soleiðis stuðla okkum, ger bara dagin enn meira serstakan. Annars er hetta ikki fyrstu ferð, at áskoðararnir stuðla okkum somikið væl, tí teir hava verið sera trúgvir ígjøgnum árið.
At enda segði venjarin, at teir fara at runda árið av, tá teir mánakvøldið aftur fóru á vøllin at venja. Talan fór tó ikki at verðaum nakrar tunga venjing.
- Vit fara bara út at hugna okku, og siga takk fyri árið við hvønn annan, og líka mikið, hvussu móðir leikararnir tá eru, so ivist eg ikki í, at teir allir møta upp til venjingina.