Skúlin á Trøðni skal verða meiri stimbrandi fyri næmingarnar

Næsta ár er nakað av pengum settur av til endamálið

Skúlin á Trøðni er mitt í myndini. Hann er gamal, men vælhildin. ©Umhvørvisstovan: kort.foroyakort.fo

Nú skulu skúlagarðarnir á skúlanum á Trøðni gerast meiri stimbrandi fyri næmingarnar. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum. Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann um nøkur ætlan er at gera nakað við skúlagarðarnar á Skúlanum á Trøðni.

 

Tað eru fýra skúlagarðarnir á skúlanum á Trøðni og teir eru bara asfalteraðir vøllir. Tað verður mett at kosta einar 250.000 krónir til at gera hvønn av gørðinum til ein stimbrandi skúlagarð. Á fíggjarlógini fyri næsta ár eru 300.000 krónur settar av til endamálið og hugsanin er at seta meiri pengar av til sama endamál hesi næstu árini.

 

Jenis av Rana sigur annars, at skúlin hevur húsavørðar í starvi og hóast tað sjálvandi sæst slit á einum bygningi frá 1976, men annars er Skúlin á Trøðni væl hildin og hann er í góðum standi.

 

 

 

©Umhvørvisstovan: kort.foroyakort.fo

 

Skúlin á Trøðni er mitt í myndini. Hann er gamal, men vælhildin. ©Umhvørvisstovan: kort.foroyakort.fo