Skulu aftur í ár finna bestu lýsingarnar

Aftur í ár er ætlanin at finna tær bestu, føroysku lýsingarnar, men í ár verða nógv fleiri virðislønir at kappast um Skulu velja bestu lýsingarnar

Aftur í ár er ætlanin at finna tær bestu, føroysku lýsingarnar, men í ár verða nógv fleiri virðislønir at kappast um

Aftur í ár verða virðislønir latnar bestu føroysku lýsingina. Tað fer fram tann 27. apríl, tá ið Kolan 2007 virðislønirnar, verða latnar bestu føroysku lýsingunum hesi bæði seinastu árini.

Í fjør skipaði Vinnuvitan fyri Ad-Event tiltakinum og tá varð virðisløn latin fyri bestu føroysku prentlýsingina. Tann, sum vann, var ein lýsing hjá Strandferðsluni, sum Sansir hevði gjørt.

Í ár verða fleiri lýsingabólkar at kappast um, eitt nú sjónvarpslýsingar, grafiskt snið, útvarpslýsingar og lýsingaherferð. Tilsamans eru átta bólkar at kappast um.

Umframt hetta fær almenningurin eisini høvið at atkvøða um bestu lýsingina, eisini kallað ?Fólkið velur?.

Tað er reklamufelagið, sum velur Dómsnevndina og í henni vera bæði føroysk og útlendsk lýsingafólk, sum øll eru serfrøðingar á økinum.

Tiltakið ?Kolan 2007? er skipað soleiðis, at lýsingavirkini senda inn lýsingar til kappingina. Dómsnevndin innstillar síðani fimm lýsingar í hvørjum bólki og burturúr rúgvuni verða vinnararnir síðani funnir og Virðislønirnar verða handaðar á stórfingnum tiltaki í Havnar Bio í vár

Tað er Vinnuvitan, sum skipa fyri í samstarvi við Reklamufelagið