Myndugleikarnir eiga at fáa heimild til at kolldøma ein bústað. Tað heldur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin.
Løgtingið hevur annars samtykt, at leigunevndin skal fáa heimild til at lækka eina leigu, sum er órímiliga høg.
Les eisini Nú ber skjótt til at klaga um húsaleiguna
Men tað tekur Kaj Leog Holm Johannesen ikki undir við, tí hann heldur, at tað er at gera seg inn á fría rættin hjá tveimum pørtum at gera eina avtalu sínamillum.
Hinvegin heldur hann, at leigunevndin skal fáa heimild til at kolldøma ein bústað, sum er óegnaður hjá fólki at búgva í.
Tá ið Løgtingið viðgjørdi málið, helt hann fyri, at eingin skal verða noyddir at búgva í einum bústaði, sum er fongdur við blámusoppi, ella sum í aðrar mátar er so vánaligur, at hann er óegnaður hjá fólki at búgva í, heldur hann.
– Er ein bústaður ikki egnaður at búgva í, kann prísurin verða tann sami, tí so skal eingin búgva har, leggur hann afturat.
Men er ein bústaður góðkendur skulu leigari og útleigari fáa fríar ræsur til at avtala leiguna sínamillum og tað skal eingin blanda seg uppí, heldur hann.
Hann heldur, at ístaðin fyri at geva leigunevndini heimild til at lækka eiga leigu, eigur dentur heldur at vera lagdur á at úvega fólki bílig grundstykki, og at útvega bílig bústaðarlán, so at fólk kunnu seta føtur undir egið borð.
Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn, er ikki samd. Hon er av teirri sannføring, at verður tað bíligari at fáa bústaðarlán, slepst ikki undan, at prísurin á bústøðum fer upp.
Hon sigur, at tað fær ikki verið øðrvísi tá ið eftirspurningurin er so nógv størri enn útboðið. Hon vísir á, at hetta var tað, sum gjørdi seg galdandi, tá ið vit fingu eina skipan við kredittlánum til bústað, sum vóru bíligari enn vanlig bankalán. Avleiðingin av tí var nevniliga, at bústaðarprísirnir hækkaðu munandi, segði Ruth Vang.