Nú skal ferðslutryggasta pláss í landinum finnast.
Tað er endamálið við eini kapping, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd nú fer at skriva út.
Jón Kragesteen sigur, at tað var á seinasta ársfundi hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, at gamli formaðurin, Petur Jacob Sigvardsen, skeyt upp at skriva út kappingina um Føroya ferðslutryggasta bygd.
Vágafólk, sum vóru á fundinum gjørdu bart og søktu gávugrunnin hjá Eik um stuðul til kappingina og grunnurin læt 50.000 krónur til kappingina.
Hesi somu vágafólk sita nú í einum arbeiðsbólki og fyrireika kappingina og Jón Kragesteen vónar, at kappingin kann veråa næsta ár.