Skulu halda fast

Bárður B. Mikkelsen leggur stóran dent á týdningin av at halda oddasessinum í bólkinum, so sleppast kann undan ov harðari mótstøðu í hálvfinaluni

Guernsey: Hóast Føroyar í fyrsta dystinum á oyggjaleikunum vunnu á gullfavorittunum av Álandi, so tóktist tað ikki, sum um leikararnir á liðnum tóku nakað sum helst fyri givið eftir sigurin.
Í øllum førum vildi Bárður Bendix Mikkelsen ikki takað nakað pláss í hálvfinaluni sum eina sjálvfylgju. Heldur ikki hóast Føroyar við hesum hava tikið ringastu forðingina í royndunum eftir hálvfinaluni burtur.
- Nei, tað fari eg so ikki at siga. Nú mugu vit eisini fyrst síggja, hvat Caymann hevur at bjóða uppá. Teir hava gjørt stór framstig seinnu árini, og sjálvt um eg rokni við, at vit eiga at kunna vinna teir, so taka vit einki fyri givið. Nú fingu vit í øllum førum eina góða byrjan móti Álandi, sum annars hava verið mest sum ómenniskjansligir seinastu leikirnar, og sálarliga er tað í øllum førum nakað, sum kann geva okkum nakað.

Komu ígongd
Um sjálvan dystin móti Álandi, sum av sonnum kann bera heitið, marathon-dystur, helt Bárður, at hetta nokk hevði verið ein av teimum betru dystunum hjá Føroyum.
- Tað er sjálvandi altíð soleiðis, at tú tekur eitt sindur av tíð at koma ígongd, tá talan er um fyrsta dystin, og tað brúktu vit so eisini hesaferð. Tað blívur kanska eisini eitt sindur hart, tá vit faktist spæla tey bæði fyrstu settini uttan eina tí einastu útskifting, og tí gerast vit kanska eitt sindur moyrir.
Í nógva hitanum í høllini var hetta sjálvandi eisini nakað, sum merktist, og hetta var eisini nakað, sum Bárður helt darvaði føroyska spælinum fyrstu løtuna.
- Ja, hitin og ikki minst nýggju bóltarnir, sum verða nýttir, var so heilt víst nakað, sum vit skuldu venja okkum við. Hasir bóltarnir eru nógv lættari enn teir, sum vit áður hava brúkt, og eitt nú sást hetta aftur í fleiri kiksaðum servum, tí kemur rættiligt spinn ikki á bóltin, so fer hann bara flúgvandi beint fram. Men tað er so tað sama fyri øll liðini.
Og at enda, so fekst Bárður eisini hóast alt at siga, at útlitini fyri hálvfinaluni nokk ikki vóru so galin, sum hann annars lætst at byrja við.
- Tað skal í øllum førum vilja illa til, um vit ikki megna tað. Men hartil skal so eisini leggjast afturat, at tað nú er ótrúliga týdningarmikið, at vit halda fast um fremsta plássið. Tað kann í øllum førum geva tann fyrimunin, at vit sleppa undan Saremaa í hálvfinaluni, og tað vildi heilt víst verið ein fyrimunur. Men sum sagt, so skal einki takast fyri givið kortini, segði Bárður at enda.