Skulu kvinnur vera uppi í politikki?

Skulu KVINNUR vera uppi í politikki? Vit kunnu royna spurningin við at umorða hann: Skulu menn vera uppi í politikki - tí teir eru menn? Hevði tað ikki verið eitt sindur løgið og kanska láturligt at svara hesum spurningi játtandi?

Í fyrsta umfari mugu vit tí siga, at kvinnur skulu ikki vera uppi í politikki - bara tí tær eru kvinnur. Men vit hava hug at steðga á: so einfalt er tað kortini ikki. "Menn" og "kvinnur" eru, í hesum samanhanginum, ikki tvey abstrakt hugtøk sum munaleyst kunnu skiftast um hvørt við annað.
Í tí samfelagsliga veruleikanum vit liva í finst á nógvum økjum mismunir millum kynini sum bæði hava søguligar, samfelagsligar og økonomiskar røtur, men sum ( so at siga) eisini vitandi og við vilja framvegis gera seg galdandi í hugburði og gerandishugsan.
Tískil verður svarið heldur: Jú - kvinnur skulu vera uppi í politikki júst tí tær eru kvinnur. Okkara politiska mentan er so vorðin, at misjavnar og órættvís viðurskifti annars bert kunnu koma í rættlag við at fremja okkurt slag av forrættindapolitikki. Kanska eru vit noydd at útjavna ávísar mismunir við at mótarbeiða við mismuni? Tað vil siga, at vit við hvørt mugu fara eitt sindur djúpari enn bara at lúka tey formalu demokratisku krøvini.
Men ístaðin fyri at spyrja "skulu KVINNUR vera uppi í politikki" kunnu vit spyrja: SKULU kvinnur vera uppi í politikki?
Í samsvari við ta demokratisku hugsanina kunnu vit siga, at øll KUNNU vera uppi í politikki, eingin SKAL vera uppi í politikki (hóast summi stundum eru noydd - og "stundum" onkuntíð hevur varað í ein mansaldur), men øll ÁTTU eftir førimuni at givið okkurt líkinda íkast í politiska kjakið og harvið ávirkað avgerðirnar og samtyktirnar, sum hava so ómetaligan stóran týdning fyri okkum øll.
Tað eru í dag meir enn 200 ár síðani, at Mary Wollstonecraft argumenteraði fyri, at kvinnan var líka skilagóð sum maðurin og at mannarættindini tískil eisini áttu at umfata kvinnuna og at hon tí sum ein og hvør annar borgari átti at hava ávirkan á og ábyrgd fyri tí politisku tilgongdini. Henda grundgevingin er ikki neyðug longur, men framvegis er neyðugt at hugsa út um vanligt mark - og hví ikki við støði í eini demokratiskari mentan sum enn ikki er?

Lesið greinina í fullari longd á www.javnratt.fo