Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, er nú í ferð við at gera eitt uppskot til, hvørjar íløgur skulu gerast í Føroyum tey næstu 10 árini.
Hetta er eitt uppskot, sum í næstum verður sent øllum flokkum á tingi til umrøðu, bæði samgongu og andstøðu.
Karsten Hansen sigur, at endamálið er heilt greitt at fáa so nógvar flokkar sum gjørligt at taka undir við ætlanini.
Og tí verða eisini samráðingar við flokkarnar í samgongu og í andstøðu um, hvussu íløguætlanin skal síggja út.
Karsten Hansen sigur ætlanin er so at laga uppskotið til tey ynski, sum teir ymsu flokkarnir hava, fyri at vita, um tað ikki ber til at fáa ein felagspolitikk á hesum øki, ella, í hvussu so er, ein politikk, sum ein stórur meiriluti av tinginum tekur undir við.
Kortini er tað ein týðandi fortreyt, sum arbeitt verður útfrá.
Og tað er at Landsstýrið hevur gjørt av, at íløgurnar skulu ikki verða hægri enn 170 milliónir um árið, í dagsins prísum.
? Fyri ikki at hita búskapin ov nógv, halda vit ikki, at tað er ráðiligt at tær almennu íløgurnar eru hægri, sum støðan er í samfelagnum í løtuni, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum.
Tað er eisini umráðandi at vit halda aftur so at vit ikki taka alt fólkið frá útflutningsvinnuni.
Hann vil ikki so nógv inn á, hvørjar íløgur, hann hevur sett á langtíðarfíggjarætlanina.
Men sum tað sæst á greinini omanfyri, dylir hann kortini ikki fyri, at Landssjúkrahúsið og nýggjur Smyril standa ovast á listanum.
Men hetta eru íløgur, sum einsamallar fara at krevja næstan 100 milliónir um árið, tey næstu trý, fýra árini, inntil Smyril er liðugur, sostatt verður ikki nógv annað gjørt?
? Tað mugu vit so bara finna útav og at laga aðrar íløgur til tað.
Tí við atliti at fíggjarligu støðuni í samfelagnum, er tað ógvuliga umráðandi hjá mær, at vit halda fast um, at íløgurnar ikki fara upp um tær 170 milliónirnar. Samstundis er tað umráðandi, at íløgurnar verða býttar sundur út á alt landið.
?Sostatt verður tað neyðugt, at aðrar íløgur bíða. Sjálv raðfestingin verður so ein politiskur spurningur.
?Men hetta er sjálvandi ein ætlan, sum verður endurskoðað hvørt ár, og lagað til, um umstøðurnar í landinum broytast, antin henda vegin, ella hinvegin.
Og verður tað ráðiligt at gera fleiri íløgur, verður tað gjørt.
Hann leggur stóran dent á at fáa so stóra undirtøku sum gjørligt fyri ætlanini fyri at hon skal kunna halda so væl sum gjørligt.