Skulu reisa seg eftir vónbrot

Felags fyri KÍ og EB/Streym er, at tað ofta fyrr í ár er koppað skeiva vegin

Mikukvøldið var um reppið, at EB/Streymur úr mest sum vónleysari støðu megnaði at vinna finaluplássið í steypakappingini. Tað miseydnaðist, og teir við Margáir eru sera vónsviknir av, at tað kiksaði:

-Vónbrotið er øgiligt. Vit hava verið í europeiskum fótbólti nógvu tey seinastu árini, men nú kennist sannlíkið vera lítið at røkka út í Europa næsta ár. Í landskappingini eru vit langt aftanfyri B36 og HB, men vit eru framvegis við í kappingini um bronsuplássið. Tað kostar orku at spæla so tætta og avgerandi uppgerð sum hana ímóti Víkingi og sjálvandi uppaftur meiri, tá ið man tapir, men vit fara at royna at reisa okkum í Klaksvík, har vit oftast standa okkum væl, sigur Hans Pauli Samuelsen.

Allir úr Sundalagnum eru tøkir, nú teir rigga til at fara eysturyvir.

 

KÍ misti fyri viku síðani sigurin á stokkinum á Argjum. Tað kendist vera stórt vónbrot:

-Vit kendu okkum snýttar, tí bólturin var ikki innanfyri strikuna, tá ið linjuverjin dømdi mál, og vit harvið mistu tvey stig. Hóast vit fingu mál dømt ímóti okkum, so kunnu vit fegnast um, at vit nú fyri fyrstu ferð í langa tíð hava megnað at hildið tætt í verjuni. Nú gleða vit okkum at fáa vitjan av EB/Streymi. Dystirnir ímóti teimum í Klaksvík eru altíð sera undirhaldandi, sigur KÍ venjarin Eyðun Klakstein.

Í vikuni misti KÍ hjálparvenjaran, Paula Poulsen, sum nú er venjari á Skála. Talan er eisini um stórt mannfall: Heðin á Lakjuni og Henry Heinesen eru leikbannaðir, Jonas Flindt Rasmussen er framvegis skaddur, Ísak Simonsen varð skaddur undir upphitingini á Argjum, og Ndende noyddist skaddur av vøllinum sunnudagin. Eingin av hesum hevur vant síðani.