Skulu rinda limagjald til føroyska samfelagið

Føroyingar, sum arbeiða uttanlands, skulu rinda okkurt slag av limagjaldi til samfelagið, sigur løgmaður

- Føroyingar, sum arbeiða uttanlands, men sum búgva í Føroyum, kunnu ikki longur sleppa undan at rinda skatt til føroyska samfelagið.

 

Tað heldur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

 

Hann kallar tað kortini ikki fyri skatt, men fyri eitt limagjald til samfelagið.

 

Hann sigur hetta í sambandi við ætlanina hjá samgonguni at gera eina nýggja skattaskipan.

 

- Tað er ein av okkara størstu avbjóðingum, sigur løgmaður, nú Løgtingið viðgerð fíggjarlógina fyri næsta ár.

 

- Tað gongur bara ikki í longdini, um so er, at ein ov stórur partur av okkara arbeiðsstyrki fer uttanlands at arbeiða, men brúkar okkara vælferðartænastur, uttan at vera við í okkara skattaskipan, sigur løgmaður.

 

- Tað fyrsta sum hendir er, at kommunurnar hava onga møguleika yvirhøvur at fíggja vælferðartænasturnar.

 

- Landið fer heldur ikki at hava nakran sum helst møguleika at fíggja okkara vælferðartænasturnar.

 

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at føroyskir myndugleikar noyðast at taka samband við føroyingar, sum sigla í DIS, FAS, ella um annars eru undir øðrum skipanum.

 

- Hesi fólkini draga fremmandan pening til samfelagið og tað fegnast vit um. Men her skal eisini eitt limagjald til, skulu vit varðveita eitt vælferðarsamfelag.

 

Løgmaður ivast ikki í, at mótstøðan verður hørð, eisini politiskt – og ikki minst tá ið tað fer at stunda til løgtingsvalið og politikarar skulu veljast aftur.

 

- Men vit eru noydd til at hava alla fjøldina við til at rinda fyri heilsuverk, skúlaverk og aðrar vælferðartænastur.

 

- Hetta er av ógvuliga stórum týdningi og tað er neyðugt at inntøkugrundarlagi hjá landið og kommunum fylgja við, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum er samdur.

 

Hann vísir á, at eini 8 ella 10 prosentum av føroysku arbeiðsmegini er uttanlands og rindar skatt uttanlands.

 

Hann heldur kortini ikki at hesi fólkini skulu ikki rinda lønarskatt í Føroyum, tí tey  rinda skatt uttanlands –og tað er ein avtala føroyskir myndugleikar hava skrivað undir.

 

Hann sigur, at onkusvegna eiga vit at broyta skattaskipanina, so at eisini tey rinda til føroyska samfelagið

Han vil tó ikki kalla fyri eitt limagjald, ella brúkaragjald.  Men hann heldur, at teir føroyingar, sum arbeiða uttanlands, skulu rinda eitt tænastugjald til føroyska samfelagið.

 

- Verður talan um gjøld sum venda tunga endan niðureftir, skulu vit finna út av tí og áseta gjøldini eftir inntøku á ein ella annan hátt, staðfestur Bárður Nielsen.