- Nú rekur á kíkin her hjá Rock Trawldoors.
Tað sigur Hans Joensen í Vági, Hans í Líðini, róptur. Hann er stjóri á lemmavirkinum í Vági, Rock Trawldoors, og har hava teir úr at gera.
- Vit hava nógv at gera við at innrætta okkum á nýggju skrivstovuni á Vágsvegi 52 og viðskiftafólk, sum koma um hesar leiðir, eru vælkomin inn á gólvið.
Hans í Líðini sigur, at Rock Trawldoors hevur tvey heilt nýggj modell av lemmum liggjandi, sum skulu roynast í tanganum í Hirtshals hin 16. januar.
- Eitt flótitrolsmodell og eitt model, sum er ein víðari útbygging av Sea-Hunter-modellinum.
Stjórin í Rock Trawldoors sigur, at lemmafyritøkan í Vági hevur Supershark og Sea-Lion lemmasett og eina rulluvekt, sum skulu gerast komandi mánaðin.