Skulu sleppa at passa síni egnu børn

Foreldur, sum sjálvi syrgja fyri barnaansing til síni børn, skulu fáa pengar fyri tað

 

Foreldur, sum sjálvi syrgja fyri at fáa síni børn passað, skulu fáa endurgjald fyri tað.

 

Tað halda tey í Fólkaflokinum.

 

Tískil hevur Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, lagt uppskot fyri Løgtingið um at geva kommununum heimild til at rinda foreldrum pengarnar, eitt pláss á dagstovninum annars kostar kommununi.

 

Afturfyri skulu foreldrini so sjálvi syrgja fyri barnaansingini, men so fáa tey frælsið til at sjálvi at gera av, hvussu børnini skulu passast

 

Jørgen Niclasen sigur at barnaansingin hjá kommununum er ikki nøktandi hjá øllum.

 

– Tænastan er ikki gjørd til foreldur, sum arbeiða í skiftandi vaktum á røktarheimum, sjúkrahúsum, fiskavirkjum, og aðrastaðni, heldur hann.

 

Hann sigur, at í allarflestu kommununum kostar barnaansingin ímillum 60.000 og 80.000 krónur um árið fyri hvørt barni.

 

– Í meðal rinda kommurnar einar 70.000 krónur um árið fyri hvørt barni, men harafturat rinda foreldrini so einar 20.000 krónur um árið.

 

Tað merkir, at fáa foreldrini peningin til taks sjálvi, høvdu tey havt eina 90.000 krónur um árið fyri hvørt barni.

 

– Fingu foreldrini hesar 90.000 krónur at hava til taks fyri hvørt barni, kundu tey gjørt av at keypt barnaansingina frá kommunalu barnaansingini.

 

– Men eisini kundu námsfrøðingar, og onnur, stovnað privatar ansingarstovnar, og bjóða foreldrum ansingartænastu.

 

– Arbeiðspláss kundu bjóða ansing, har foreldur vóru saman við børnunum í steðgum og ein annar møguleiki kundi verið, at eitt húski fekk sær arbeiðsgentu.

 

Og uppaftur ein annar møguleiki er, at grannaløg taka seg saman og skiftast um at ansa børnunum.

 

– Men við 90.000 krónum um árið fyri hvørt barnið, kundi eisini hugsast, at summi foreldur høvdu ansa sínum børnum heima, sigur Jørgen Niclasen.