Skulu taka NSÍ aftur

Tríggir dystir í Effo-deildini eru á skránni seinnapartin í dag

Við 2-0 sigri á heimavølli ímóti Skála í gjár tók NSÍ oddasessin – í hvussu so er inntil seint seinnapartin í dag.

HB fær í dag vitjan av KÍ. Um tað eydnast favorittunum í høvuðsstaðnum at vinna fulla úrtøku, so verður HB nýtt topplið eftir triðja umfar. KÍ hevur møguleika at reisa seg eftir vónbrotið ímóti NSÍ á heimavølli fyri viku síðani.

Meistararnir í B36 fara seinnapartin inn á Toftir. Hetta er fyrsta ferðin, at árstalsfeløgini bresta saman á Svangaskarði síðani 19. oktober, tá ið B36 við 3-1 sigri tryggjaði sær FM heitið. Eftir tapið á Skála næstsíðsta leygardag hevur B36 møguleika at lyfta seg nærri toppinum ímóti B68, sum framvegis bíðar eftir fyrsta sigrinum.

AB vitjar í dag í Suðuroy. Felags fyri TB og AB er, at tey higartil ikki hava vunnið fulla úrtøku.

Rás2 fer at siga frá á Svangaskarði og í Gundadali, og tað verður fylgt við gongdini við Stórá í Trogisvági.

Tað ber eisini til at fylgja við her á in.fo.

 

B68-B36: Eiler Rasmussen kl. 15.00

HB-KÍ: Petur Reinert kl. 15.00

TB-AB: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00

 

Í gjár

ÍF-Víkingur 2-2 (2-1)

1-0: Clayton Soares 23.

2-0: Andy Olsen 40.

2-1: Gert Hansen 45.

2-2: Sølvi Vatnhamar 49.

 

NSÍ-Skála 2-0 (1-0)

1-0: Per Langgaard 15.

 

2-0: Petur Knudsen 65.