Eittans mál er á skránni, tá Klaksvíkar býráð í kvøld hevur eykabýráðsfund. Býráðslimirnir verða nevniliga bidnir um at taka støðu til um borgarstjórin, Jógvan Skorheim, kann halda fram í fulltíðarstarvi, aftaná at hann varð valdur á Føroya løgting.
Tað er kommunulógin, ið áleggur býráðnum at taka støðu til málið. Sambært lógini, so skal ein borgarstjóri leggja frá sær øll almenn álitisstørv, ið ikki hava beinleiðis samband við starvið sum borgarstjóri. Undantikið er tó, um talan er um eitt fólkavalt starv. Tá kann býráðið geva loyvi til frávik frá regluni.
Tað er borgarstjórin sjálvur, ið hevur søkt Klaksvíkar Býráð um heimild at taka sæti í Løgtinginum, tað ið eftir er av býráðssetuni.
Um so er, at Jógvan Skorheim sleppur at halda fram í fulltíðar starvi sum borgarstjóri og løgtingsmaður, so verður hann millum best løntu politikarar í landinum við eini mánaðarløn á 90.910 krónur um mánaðin. Tað er bara Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, ið hevur eina hægri løn, meðan løgmaður og tingformaður, ið eru hægstu politisku størv í landinum, hava eina løn á beint yvir 76.000 krónur um mánaðin.