Skulu tora at spæla okkara spæl

- Vit skulu ikki hava somu virðing – sum eg hevði, sigur Jákup á Borg

Í longu yrkisleiðini hjá Jákupi á Borg sum fótbóltsspælara, eydnaðist honum ongantíð at vinna seg víðari í Evropa. Seinasta royndin var í Champions League í 2016, tá B36 tapti tepurt fyri maltesiska meistaraliðnum, Valletta FC.

 

Tað sum iðraði spælaran, Jákup á Borg, eftir seinastu royndina var, at hann alt ov oftani helt, at føroysk lið høvdu ov stóra viðring fyri útlendsku mótstøðuliðunum. Boðskapurin hjá Jákupi á Borg, sum nú er venjari hjá B36, er, at spælararnir hjá honum skulu ikki hava somu viðring fyri mótstøðuni, sum hann hevði.

 

- Eg havi verið nær við fleiri ferðir. Nú royni eg at læra frá mær, at vit skulu ikki bara hava virðing fyri teimum, tí teir tosa útlendskt. Eg vil ikki hava, at mínir spælarar hava somu virðing fyri mótstøðuliðnum , sum eg sjálvur havi havt, sigur Jákup á Borg íðin á málinum.

 

- Fáa teir pláss at spæla á, so eru teir tekniskt væl fyri og flyta vengurnar inn á miðjuna, meðan teir hava ein sterkan 10’ara í álopinum. Tað eru altíð onkrar justeringar í mun til mótstøðuliðið,men vit fara at spæla sama fótbóltin, sum vit komu í Evropa við, sigur Jákup á Borg, venjari hjá B36.

Hann ivast í tveimum plássum á liðnum. Hann heldur at St Joseph's FC hevur ávísar trupulleikar við umstillingsspæli og tí er møguligt gott við rennuorku á miðvøllinum.

 

Antin verður tað við Andrias H. Eriksen á hægra bakki, meðan Erlendur Magnusson spælir á miðjuni. Alternativið er, at Magnus H. Jacobsen spælir á miðjuni saman við Eli F. Nielsen og Lukasz Cieslewicz, meðan Erlendur Magnusson spælir á høgra bakki og Andrias H. Eriksen kemur inn í miðverjuna fyri Robert H. Brockie.

 

- St Joseph's FC er eitt lið, sum ikki hevur stórar og sterkar spælarar. Tí skulu vit tora at bjóða teimum av og spæla skjótt fram á vøllin, sigur Jákup á Borg.

 

At enda sigur Jákup á Borg, at tað er ivasamt um málverjin, Trygvi Askham, verður tøkur til dystin. Hann bleiv skiftur út móti HB, meðan ungi Rói M. Hentze stóð í mál fríggjadagin á Argjum.

 

FM1 sigur beinleiðis frá Europa League dystinum millum B36 og St Joseph’s, sum byrjar klokkan 19.