Skylda landskassanum 62 milliónir í mvg

Skuldin er nógv minkað seinastu árini

Handlar og fyritøkur skylda í løtuni landinum 62,2 milliónir í mvg. Tað upplýsti Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, í løgtinginum í dag.

 

Sonja Jógvansdóttir, tingkvinna, vildi hava at vita, hvussu nógv landskassin eigur úti í mvg og, hvussu stór mvg skuld er strikað seinastu árini.

 

Hon vil eisini hava at vita um nøkur ætlan er um at herða innkrevjingina og um tað ber til at gera eina sjálvvirkandi skipan, so at mvg fer beint í landskassan, so at landskassin fær tað, hann eigur, heldur enn at pengarnir verða liggjandi hjá fyritøkunum í fleiri mánaðir.

 

Kristina Háfoss staðfestir, at seinastu árini eru mvg skuldin nógv minkað, tí fyri sløkum trimum árum síðani var hon 117 milliónir krónur.

 

Síðani 2000 hevur landskassin hinvegin strikað 156 milliónir í mvg skuld, tað mesta av tí stavar frá fyritøkum, sum eru farnar av knóranum, og av rentum.

 

- Taks sigur, at tað gongur væl at fáa mvg inn í løtuni og tað er eisini ein orsøk til, at eftirstøðan er so nógv minkað seinastu árini.

 

Kristina Háfoss er sinnað at vita um tað ber til at fáa eina sjálvvirkandi skipan, har handlar og fyritøkur rinda mvg beinanvegin, so at tey ikki skulu liggja inni við pengunum í fleiri mánaðir.

 

Tingfólk halda, at tað hevði verið ein lætti hjá nógvum, tí so sluppu tey undan at baksast við mvg fýra ferðir um árið.