Skytte sum talentstjóri

Meistaravenjarin úr HB hevur skrivað undir sáttmála við danska Fremad Amager

Fótbóltur

Danska heimasíðan, fodboldland.dk, veit at siga, at Frank Skytte, sum í ár leiddi HB til meistaraheitið, hevur gjørt sáttmála við danska Fremad Amager.
Frank Skytte, sum nú er 53 ár, skal tó ikki vera høvuðsvenjari í felagnum. Hinvegin verður hann maðurin, sum framyvir skal standa fyri menningini av ungu leikarunum í felagnum, soleiðis at hann hevur ábyrgdina av talent-venjingini og næstbesta liðnum hjá felagnum, sum í løtuni spælir í keypmannahavnarrøðini. Hartil skal Skytte eisini hava ábyrgdina av venjaramenningini í felagnum.
Umframt Skytte, so eru tó eisini onnur føroysk ískoyti í Fremad Amager. Sum kunnugt, so skrivaði Jann Ingi Petersen í heyst undir sáttmála við felagið, og hartil veit heimasíðan hjá HB at siga, at Andrew av Fløtum fyri stuttum hevur royndarvant við felagnum. Hvørt hetta seinasta er ein liður í tilgongdini av Frank Skytte, er tó ikki greitt.