Sløk 2.100 vóru fulltíðararbeiðsleys í januar

Talið av fulltíðararbeiðsleysum var 2.085 í januar, ið var ein vøkstur uppá 222 fólk sammett við desember mánaða. Í prosentum vaks arbeiðsloysið úr 7 prosentum í desember uppí 7,8 í januar. Árstíðarjavnaða arbeiðsloysisprosentið vaks úr 6,9 uppí 7,2. Í talið er talan um størsta arbeiðsloysið síðan apríl mánaða í 1996 tá talið av fulltíðararbeiðsleysum var 2.344 fólk.

Í januar vóru 1.090 fulltíðararbeiðsleys mannfólk og 995 fulltíðararbeiðsleys konufólk.

Strikumyndin vísir gongdina í arbeiðsloysinum. Myndin vísir millum annað at fleiri kvinnur enn menn vóru fulltíðararbeiðsleysar fram til ársskiftið 2009, undantikið tíðarskeiðið um árskiftið 2004/05. Síðan januar 2009 hevur talið av arbeiðsleysum mannfólkið verið størri. Brádligi vøksturin av arbeiðsleysum her um ársskiftið, skyldast ivaleyst húsagangin hjá Fiskavirking.