Sló knæskel upp á pláss aftur

Tá knæskelin hjá skotska fótbóltsleikaranum, Jane O'Toole, fór av lagi í fótbóltsdysti, gjørdi hon ikki matari enn, at hon sjálv sló knæskelina upp á pláss aftur og spældi til dystarenda.

Hendingin, sum eisini sæst á filmsbroti, sigst at vera farin um allan fótbóltsheimin. Liðfelagarnir hjá Jane O'Toole á liðnum St. Mirren skiltu slett ikki, at hon bara kundi sláa knæskelina upp á pláss aftur og síðan halda fram at spæla.

Jane O'Toole var í nærdysti við ein mótstøðuleikara, tá hendingin fór fram. Eftir samanbrestin føldi hon beinanvegin, at alt ikki var, sum tað átti. - Eg føldi, at okkurt hendi, og tað var bara eitt instinkt - ella kensluskot - sum gjørdi, at eg eftir tilburðin sló knæskelina upp á pláss aftur.

Við norska kringvarpið sigur fótbóltsleikarin nakrar dagar eftir hendingina, at tað faktiskt var ein lætti, tá tað eydnaðist henni at fáa knæskelina upp á pláss aftur, tí tá minkaði pínan eisini.

Umrøddi fótbóltsdystur var millum St. Mirren og Inverness, sum hevði heimadyst. Eftir at hava spælt í 50 minuttir, var Inverness á odda 6-0. Tað var tá, at knæið á Jane O'Toole fór av lagi.

Eftir at hava sligið knæskelina upp á pláss aftur, spældi hon allar teir 40 seinastu minuttirnar av dystinum, sum eftir vóru. - Liðið hevði brúk fyri mær. So, eg helt fram at spæla. Hetta var hart, men eg hevði so nógv onnur ting at hugsa um í dystinum, sigur liðleiðarin.

Tað er einaferð hent áður, at knæskelin hjá Jane O'Toole er farin av lagi, men tá setti hon hana ikki upp á pláss aftur sjálv.

Norski ítróttarlæknin, Lars Engebretsen, sum er ein av landsins størstu serfrøðingum í knæskaðum, sigur, at tað avgjørt ikki er vanligt, at fólk sjálvi sláa eina knæskel upp á pláss aftur og halda fram í einum fótbóltsdysti.

- Hetta er heilt óvanligt, og tað má vera ein heilt serstøk kvinna, sum kann gera slíkt. Tá tað er fyrstu ferð, at ein knæskel fer av lagi, ber tað ikki til at fáa hana upp á pláss aftur við egnari hjálp.

Lars Engebretsen vísir á, at tað vanliga er, at fólk fáa eina skurðviðgerð, tá knæskelin fer av lagi aðru ferð. Hinvegin kann knæliðurin gerast leysur, tá hetta hendir fleiri ferðir, og tá kann ein slík hending eisini kennast minni pínufull.

Umframt at spæla fótbólt, arbeiðir Jane O'Toole eisini fulla tíð sum tannlækni. - Tað er heilt ótrúligt, at so mong hava latið við seg koma eftir hesa hending, og eg havi fingið nógvar heilsanir, sigur hon.

Jane O'Toole sigur, at hon longu nú veit, hvat hon fer at gera, um hetta hendir aftur. - Eg vil gera tað sama eina aðru ferð. Men, nú hevur fysioterapeuturin hjá mær lært meg ein lættari máta at gera hetta, sigur hon brosandi.

Her sæst filmsbrotið, tá knæið fer av lagi, og Jane O'Toole slær tað upp á pláss aftur. Vit ávara um, at filmsbrotið kann tykjast ógvusligt - https://www.youtube.com/watch?time_continue=6&v=JXd9XL-7FuE&feature=emb_logo