Ísland dumpaði í Sveis

Í kvøld sást lítið til dygdirnar, sum síðstu árini hava borið Ísland fram millum tey bestu í fótbólti

Grannar okkara fyri vestan hava í dag sett sjøtul á nýggja Nation League kappingina. Ísland spældi á útivølli í St. Gallen í Sveis. Hetta er fyrsti landsdysturin, síðani sviin Erik Hamrén tók við sum íslendskur landsliðsvenjari, og tað gekk syndarliga illa.

 

Ísland tapti 6-0 eftir 2-0 í fyrra hálvleiki. Merkisvert var tað, at seks ymiskir málskjúttar skoraðu málini hjá heimaliðnum.

Hetts er størsta tap hjá Íslandi í seytjan ár. Ísland hevur ikki tapt við seks málum síðani tað í HM undankappingardysti í Parkini 6. oktober í 2001 endaði við 6-0 tapi ímóti Danmark.

Íslendingar vóru ikki í kvøld at kenna aftur frá undanfarnum árum, tá ið teir hava luttikið bæði í EM og HM endaspæli. Eyðkenda stríðsviljan var einki at síggja til, tað var rárasta hending, at íslendingar vóru í brotsteiginum hjá Sveis, og heimaliðið dusaði sær ordiliga, tí íslendska verjuspælið var so lítið sannførandi, og tí íslendingar so ofta mistu í uppspælinum.

Umframt við Sveis er Ísland í bólki saman við Belgia.

Týskvøldið hittast Ísland og Belgia á Laugardalsvøllinum í Reykjavík.