Tað er rættiligur fótbóltsfepur millum grannarnar fyri vestan. Í gjárkvøldið vann Ísland sannførandi 3-0 sigur á útivølli ímóti Turkalandi. Harvið er støðan tann, at Ísland hevur góðan møguleika mánakvøldið á Laugardagsvøllinum í Reykjavík at kvalifisera seg til HM endaspælið, sum næsta summar verður í Russlandi.
Ísland hevur ongantíð áður luttikið í HM endaspæli. Í fjør luttók Ísland fyri fyrstu ferð í EM endaspæli. Avrikini í Fraklandi vaktu ans kring allan fótbóltsheimin.
Tað vekir ikki minni ans, at Ísland nú er í holtur við at spæla seg í HM endaspælið. Um Ísland vinnur á heimavølli ímóti Kosovo, so tryggjar Ísland sær luttøku í Íslandi, tí tá vinnur Ísland bólkin.
Ísland spældi í gjárkvøldið so væl og skilagott, sum tað sjáldan og kanska ongantíð er sæð áður. Liðið var væl skipað, tað var stutt millum keturnar, íslendingar runnu meiri enn mótstøðumenninir, teir megnaðu støðugt at spæla seg úr trongum støðum, og teir vóru avgjørdir í taklingum og vunnu nærdystirnar í luftini.
Turkaland hevði bóltin meiri, men tað bar einki til í royndnum at spæla seg ígjøgnum íslendsku verjuna. Í hinum endanum vóru íslendingar ísakaldir, tá ið teir gjørdu sær dælt av lítið sannførandi verjuavrikinum hjá heimaliðnum.
Hjá íslendingum kom tað sera væl við, at Finnland fram ímóti dystarenda javnaði til 1-1 í Kroatia. Ukreina vann 2-0 ímóti Kosovo. Støðan í bólkinum undan síðsta umfari er, at Ísland hevur 19 stig, Kroatia og Ukreina hava 17 stig, Turkaland hevur 14 stig, Finnland hevur 8 stig, og Kosovo hevur eitt stig.
Mánakvøldið verður síðsta umfar: Ísland-Kosovo, Ukreina-Kroatia, Finnland-Turkaland.