Fer ST-aðalfundurin at takvøða um at viðurkenna Palestina sum sjálvstøðugt land, fer Ísland at atkvøða fyri. Tað segði íslendski uttanríkisráðharrin, Össur Skarphéðinsson, tá hann var í Gaza-geiranum seinasta summar, og uttanríkisráðið í Reykjavík sgur, at tann støðan stendur við.
Í New York verður hildið, at uppskotið um at viðurkenna Palestina verður lagt fram fríggjadagin. Tað verður lagt fyri trygdarráðið hjá ST, men har fer tað ikki at vinna frama, tí USA hevur longu gjørt greitt, at landið fer at brúka sýtingarrættin ímóti uppskotinum, gerst tað neyðugt. Palestinar fara so ætlandi at leggja málið fyri ST-aðalfundin um at viðurkenna Palestina sum ein "non-member state". Tað er sama støða, sum Vatikanið hevur, og sum gevur limaskap í altjóða stovnum og sáttmálum.
Össur Skarphéðinsson hevur umrøtt Palestina-málið saman við uttanríkisnevndini hjá Altinginum.