Ísland fiskað 35.000 tons av norðhavssild

Íslendski skipaflotin hevur eina samlaða kvotu av norðhavssild upp á 189.380 tons, harav 153.655 tons eru eftir at fiska

Av teimum 35.000 tonsunum av norðhavssild, sum íslendsk skip hava fiskað higartil í vertíðini, eru tey 20.000 tonsini seld til mjøl-og lýsiframleiðslu.

Hetta vísa tøl yvir íslendsku sildaveiðina í ár.

Tað er verksmiðjan Sildarvinnslan í Neskeypsstaði, sum hevur keypt størstu nøgdirnar, tilsamans 6.200 tons.

Íslendski skipaflotin hevur eina samlaða kvotu av norðhavssild upp á 189.380 tons, harav 153.655 tons eru eftir at fiska.

Skipið, sum hevur fiskað størstu nøgdirnar av norðhavssild, er Hákon, sum hevur fiskað 5.596 tons og hevur 3.951 tons eftir av síni sildakvotu.

Børkur er skipið, sum hevur mest eftir av kvotuni, nevniliga 28.021 tons.