Tíðindastovan NTB skrivar, at Ísland hevur gjørt av at leingja forboðið ímóti størri samlingum fram til hin 4. mai.
Tað hevur íslendski heilsumálaráðharrin, Svandis Svavarsdottir, boðað frá í dag.
Í Íslandi eru allir hægri lærustovnar og framhaldsskúlar stongdir, meðan skúlar við næmingum í aldrinum seks til 15 ár eru opnir.
Sambært NTB eru barnagarðarnir í Íslandi eisini opnir.
Higartil eru fýra fólk deyð av korona-virus í Íslandi, og talið av smittaðum við covid-19 er 1364, verður lagt aftrat.