Ísland og Írland samvinna

Íslendingar og írar kunnu økja samvinnuna á fleiri økjum, og nú verða stig tikin til at økja samstarvið.

Íslendski forsætisráðharrin, Geir H. Haarde, er í hesum døgum á almennari vitjan í Írlandi, og har eru hann og írski forsætisráðharrin, Bertie Ahern, vorðnir samdir um at økja samvinnuna landanna millum. Teir báðir umrøddu eisini eitt mál, sum londini eru ósamd um. Tað er málið um Rock All, sum Føroyar eisini eru partur í.