Ísland rindar lánið aftur í dag

Ríkisstjórn Íslands afturrindar lánið upp á 300 milliónir krónur, sum landsstýrið læt Íslandi í 2009.

Føroya Landsstýri veitti íslendsku ríkisstjórnini eitt lán stórt 300 milliónir krónur tann 23. mars 2009. Lánið var eitt standandi lán til 15. desember 2013, tá avtala skuldi verða gjørd um afturgjalding av láninum. Eftir lánsavtaluni kundi íslendska ríkisstjórnin eisini velja at rinda lánið aftur fyri tíðina. Hetta hevur Ríkisstjórn Íslands valt at gera við góðkenning frá Føroya Landsstýri.

Lánið er goldið aftur í dag 17. desember saman við rentu fyri eitt ár.