Í Íslandi vilja nógv tey flestu hava stjórnina at taka undir við, at Palestina verður viðurkent sum sjálvstøðugt ríki.
Tað vísir ein nýggj kanning, sum Gallup hevur gjørt. Har svara umleið 80 prosent av teimum spurdu, at Ísland skal viðurkenna Palestina.
Kanningin vísir, at næstan allir veljararnir hjá stjórnarflokkunum taka undir við, at Ísland skal viðurkenna tað palestinska sjálræðið. Umleið helmingurin av teimum, sum velja andstøðuflokkin Sjálfstæðisflokkin, taka undir við tí.