Íslandsferðin við Norrønu:Føroyingar lærdu íslendingar lønandi fiskiskap

Á ferðini til Íslands seinast í apríl varð eisini vitjað í Neskaupstaði. Her fekst frá søgumanninum Smári Geirsson ein áhugaverd frásøgn um føroyskan fiskiskap á Eystfjarðum

2. partur

Seinasta Miðvika endaði við, at vitjað varð á Vattarnesi. Nú verður vent aftur til Neskaupstaðin.
Umframt á fiskavirkinum hjá Sildavinnsluni varð eisini vitjað á tí stóra savninum í býnum, sum umfatar listasavn, fornminnissavn og fiskivinnusavn.
Her var eisini eitt myndasavn, sum eisini umfataði føroysk skip á Norðfjørðinum. Tað vóru eisini manningarmyndir, og tað var enntá onkur av føroyingunum, sum kendi pápa sín á onkrari av myndunum. Hesar myndir fara at verða tøkar í Føroyum, eisini hjá Fornminnissavninum.
Aftaná var í bygdarhúsinum ein fyrilestur hjá søgufrøðinginum Smári Geirsson um sambandið millum Føroyar og Eysturlandið.
Smári man vera fremsti søgu­maður á Norðfjørðinum, sum Neskaupstaður eisini verður kall­aður. Hetta er nevniliga navnið á sjálvum fjørðinum.
Smári er føddur í 1951, og hann er lærari. Hann hevur eisini verið kommunu­politikkari og limur í býráðn­­­um síðani 1982, men til býráðs­­val­ið 29. mai stillar hann ikki upp aftur.
Hann hevur skrivað fleiri bøkur um søguna hjá Norðfjørðinum, eisini eina sum serliga er um fiski­skap og fiskivinnu. Hon kallast: »Norðfjørður – saga útgerðar og fiskivinnslu.«
Henda bók hevur úti við 400 blaðsíður við nógvum myndum. Her greiðir Smári eisini frá søguni um fiskiskapin hjá føroyingum.
Sum hjá øðrum søgumonnum verður ongantíð komið á mál, og vit báðir hava eisini avtalað at samskifta framyvir. Hetta verður millum annað gjørt við at lata Smára fáa tað nógva tilfar, sum eg havi skrivað um føroyskan fiskiskap undir Íslandi.
Grundað á bókina og framløguna hjá Smára skal her verða givin ein lýsing av okkara fiskiskapssøgu á hesum leiðum.
Hesin fyrilestur var ótrúliga áhugaverdur. Niðurstøðan hjá Smára var í stuttum, at tað vóru føroyingar, sum høvdu lært íslendingar á Eysturlandinum at fiska lønandi. Tað var sera hugaligt at vera føroyingur hesa løtu.

Føroyingar upprunaliga ikki vælkomnir
Fiskiveiðan hjá føroyingum frá Eystfjarðunum í Íslandi er frá 1871. Hetta árstal er úr íslendskum skjølum, meðan almenna føroyska søgan sigur hetta hava verið í 1872.
Tá kom Fox til Seyðisfjarðar at vera móðurskip hjá bátum, sum róðu út har. Fiskurin varð flaktur og saltaður umborð á Fox.
Hetta gekk væl, og talið av føroyskum skipum, sum komu til eysturfjarðirnar øktist tey næstu árini. Tvey skip komu til Seyðisfjarðar árið eftir Fox, og í 1874 vóru tað fimm skip. Til Norðfjarðar kom eitt skip í 1873 og tvey í 1874. Sum frá leið komu higar fleiri og fleiri føroysk skip, sum veiddu við bátum. Vanliga hevði hvørt skip tveir bátar, og tað vóru 3-4 mans við hvørjum báti.
Í 1876 komu níggju skip til Norðfjørðin. Tað lá eisini væl fyri hjá teimum at fiska. Reiðskapurin var lína. Agnið var sild, men føroyingar skutu eisini fugl til agn.
Tá ið eystfirðingar fingu at vita prísin, sum føroyingar fingu fyri saltfiskin, tóktist tað teimum ótrúligt. Tað var heldur ikki sørt av øvund móti hesum fiskimonnum, sum dugdu so væl.
Hetta var um ta tíðina, tá ið ringar tíðir vóru á Eysturlandinum. Her var kuldatíð. Eldgos við øskuroki var í Íslandi í 1875. Hetta tarnaði jarðarbrúkinum, sum nógv livdu av. Tá fluttu fólk í hópatali til Amerika.
Føroyingar fingu frá byrjan av rættiliga stóra mótstøðu frá fólkinum á Eystfjarðunum. Tey kærdu seg um, at føroyingar ikki rindaðu skatt. Eisini var funnist at, at tað var so trongt á fiskimiðunum av øllum hesum føroyingum, eisini við allari teirri línu teir settu. Meira lína ið varð sett, tess minni var veiðan uppá seg, varð sagt. Føroyingarnir vóru heldur ikki so fáir. Tað verður mett, at teir vóru 800-1.000 mans á Eystfjarðunum til dømis árini 1894-95.
Hildið var eisini, at tá ið før­oy­ingarnir veiddu úti móti havi­num, forðaði hetta fiskinum at koma inn í fjarðirnar, har íslend­ingar veiddu.
Eystfirðingar heittu tískil á Altingið um at seta avmarkingar fyri veiðuna hjá føroyingum. Tann 12. marts 1875 hildu seyðisfirðingar fund, har teir samtyktu at senda bønarbræv til altingið um at settar vóru avmarkingar fyri føroyingar. Teir skuldu ikki fáa betri sømdir enn franskmenn. Um hetta ikki bar til, skuldu aðrar avmarkingar setast, sum við stødd av skipum og tal av bátum. Teir skuldu eisini koma undir somu borgarligu skyldur sum íslendingar við at gjalda skatt og onnur avgjøld sum til heilsuverkið.
Tað varð eisini ein lóg samtykt í 1877, sum heimilaði eystfirðingum at seta í verk avmarkingar av veiðuni hjá føroyingum.
Hetta gjørdu teir á Seyðisfirði og Loðmundarfirði í 1879. Í 1880 varð tað eisini gjørt av teimum á Norðfirði, Reyðafirði og Fáskrúðsfirði. Henda samtykt var í 12 punktum.
Her var millum annað ásett, at tað var banna at seta línu úti á fjarðunum. Tað varð eisini bannað at avhøvdu og kryvja fiskin til sjós. Hildið var, at varð slógv tveitt fyri borð fór hetta at forða fiskinum at koma longri inn í fjørðin, har íslendingar veiddu.
Vansin hjá føroyingum av hesum var, at skuldi fiskurin førast heilur til lands, so rúmaðist minni av fiski í bátinum. Tilsvarandi minni kom tá burtur úr.
Skeljafiskur mátti ikki brúkast til agn. Hetta var ein regla, sum ikki var beinleiðis beind móti føroyingum. Men ásannað var, at skeljaagn fiskaði betur enn annað agn. Men tað vóru ikki allir, sum høvdu atgongd til skeljar. Fyri at forða fyri »kappingaravlaging« var so ásett, at eingin skuldi sleppa at nýta skel!
Ein onnur regla var tann rímiliga, at lína mátti ikki setast útyvir línu hjá øðrum.
Her vóru bæði rímiligar og órími­ligar reglur. Føroyingar vóru sera ónøgdir við tær. Teir klagaðu eisini til løgtingið um hesar ásetingar.
Hóast alt hetta gekk so væl hjá føroyingum, at aðrir eisini fingu brell. Í 1883 vóru fýra donsk fiskiskip, sum eltu føroyingum yvir á Norðfjørðin. Men tað vóru eisini norðmenn, sum fingu áhuga fyri hesi veiðu. Tað vóru 40 bátar, sum fiskaðu á hesum leiðum frá norskum skipum.

Var møguligt at læra av føroyingum?
Um 1875 byrjaðu føroyingar at koma til lands. Teir komu yvir til Íslands við sínum bátum antin við ferðamannaskipum ella sluppum.
Teir leigaðu støðir á landi, og teir seldu keypmonnunum fiskin. Tað vóru eisini føroyskir keypmann, sum sóu sær ein møguleika her. Mortensenmenninir av Tvøroyri bygdu sær eitt stórt fiskahús og fóru at taka ímóti fiski.
Tað vóru nú ikki allir íslendingar, sum ilskaðust inn á føroyingar. Ì 1876 verður skrivað bræv á Eyst­fjørðum, har tað varð ynskt eftir, at íslendingar lærdu av føroyingum.
Tað serliga var við føroyingum, at teir vóru so nógv fremri enn íslendsku útróðrarmenninir. Teir høvdu betri bátar. Teir høvdu eisini betri reiðskap, sterkari og longri línur. Teir dugdu betri at arbeiða og at skipa fyri arbeiðinum. Og teir nýttu sild til agn.
Tað gekk sjón fyri søgn, hvussu nógv betri føroyingar dugdu at veiða enn íslendingar á hesum leiðum.
Eftir at føroyingar byrjaðu at fara »til lands« broyttist umrøddi hugburðurin móti føroyingum.
Nú fóru sluppirnar eisini at koma inn á fjarðirnar við bátum, og tað var heldur eingin trupulleiki við tí.
Tað vóru nú enn fleiri eyst­firðingar, sum spurdu: Kundu vit ikki lært av føroyingum og gjørt fiskiveiðu og tilvirking av fiski til ein sjálvstøðugan vinnuveg?
So við og við batnaðu viður­skift­ini millum eystfirðingar og føroysku fiskimenninar, og tað gjørdist góður vinskapur teirra millum. Føroyingarnir fingu í 1887 eisini javnbjóðis kor við íslendingar.
Eystfirðingar fóru at læra bæði at veiða fiskin og at tilvirka hann av føroyingum. Teir lærdu eisini at veiða sild og at nýta hana til agn.
Teir keyptu eisini bátar frá føroyingum og lótu føroyskar bátar smíða. Tískil stuðlaðu føroyingar eystfirðingum at seta sítt álit á fiskivinnu sum ein vinnuveg.

Eins nógvir útróðrarmenn sum íbúgvar
Tað eru til taks upplýsingar um føroyingar, sum veiddu út frá ymsum støðum á Eysturlandinum.
Á Norðfjørðinum vóru í 1890 26 føroyskir bátar við tilsamans 95 monnum. Í 1893 vóru teir 109 útróðrarmenn á Norðfirði. Tá búðu annars 139 fólk í bygdini.
Flestu føroysku bátarnir á Norðfirði í 1893 komu úr Kvívík og Eiði. Einstakir komu úr Sandavági, Leirvík, Gøtu, Slættanesi og Trøllanesi. Trøllanesmaður, sum var við í hópinum, helt tó ikki, at nakar bátur haðani hevði verið til lands, men kanska onkur maður.
I 1922 varð samtykt lóg, sum bannaði útlendingum at fiska frá landi í Íslandi. Hetta broytti í fyrsta umfari ikki so nógv hjá føroyingum. Teir fingu íslendingar at leggja navn til bátarnar, og so hildu teir áfram sum vanligt til nakað eftir, at Ísland loysti frá Danmark í 1944.
Í 1930 vóru tveir føroyskir bátar á Norðfjørðinum. Tað vóru eisini føroyingar, sum búsettust á Norðfjørðinum styttri og longri tíðarskeið.
Í 1880 búsettist ein føroyingur á Norðfirði. Hann æt Torkel Joensen og varð kallaður Keli færingur. Hann bygdi útróðrarskúrar, sum hann leigaði føroyingum. Hesir skúrar vórðu kallaðir Kelaskúrar. Hann var tann einasti føroyingur á Norðfirði, sum fekk sær íslendskan ríkisborgararætt. Er nakar, sum veit meira um hann at siga, vilja vit fegin frætta.
Kristianna Jacobsen búsettist eisini á Norðfirði um 1900. Hon var sína síðstu tíð elsta fólk á Norðfjørðinum. Vit vilja eisini fegin frætta, um nakar veit um hana.

Sluppirnar komu inn
Føroysku sluppirnar hildu á at veiða á íslandsmiðum, eftir at tað ikki longur slapst inn á fjarðirnar at veiða við bátum. Tær komu javnan inn í havnir á Eysturlandinum, og her var Norðfjørður ein høglig havn.
Teir kundu koma inn at kroka, at fáa útgerð ella at halda sunnudag, tá ið tað kortini ikki varð fiskað. Føroysku fiskimenninir komu nógv í land og settu lív í fólkið á staðnum.
Árini 1920-1930 brúktu føroy­ingar nógv Norðfjørðin sum um­skipingarhavn. Fiskurin varð land­aður umborð á farmaskip, sum flutti hann á marknaðin.
Undir krígnum var Norðfjørður ein havn, har nógvir føroyingar komu at keypa fisk at selja í Bretlandi. Tað kann verða nevnt, at tá ið Johanna í 2005 gjørdi ein minningartúr um hesa sigling í samband við, at 60 ár vóru liðin síðan bardagalok, gekk hesin túrur til Norðfjørðin.
Tað komu eisini aðrir føroyingar enn fiskimenn til Íslands. Tað vóru níggju bátasmiðir sum starvaðust á Norðfjørðinum árini 1955-1957. Ein teirri steðgaði í longi tíð.
Smári helt í síni framløgu, at eystfirðingar mugu ikki gloyma, at tað vóru føroyingar, sum løgdu teimum lag á at gera fiskiskap til ein sjálvstøðugan vinnuveg.
Søgan bindir okkum saman. Men tað er stórur tørvur á at kanna hesa søgu betri, ikki minst tí talan er um frændatjóðir.
Smári skrivar eisini um norskan fiskiskap í hesi tíðini. Men hetta var mest eftir sild, og kom henda norska veiðan at hava stóran týdning fyri Ísland. Her var serliga talan um Siglufjørðin og Seyðisfjørðin. Føroyingar komu eisini uppí part í hesi veiðu, men hetta er ein onnur søga

Trolarasøgan
Eftir fiskiskapin til lands og sluppirnar kom trolarasøguna í 50-unum. Aftaná heimsbardagan komu nógvir trolarar til Eystfjarðirnar eins og aðrar staðir í Íslandi. Nógvir føroyingar fóru við hesum trolarum, og viðhvørt vóru teir meirilutin av allari manningini.
Á sumri 1945 avgjørdi íslendska stjórnin at smíða 30 oljukyndar trolarar, 6-700 tons til støddar við 1.000 hesta maskinum. Teir vóru væl útgjørdir við radara og ekkoloddi. Hesir trolarar gjørdust grundarlagið undir íslendska fiskiskapinum tey fylgjandi árini. So nógv skip, har hvørt teirra kravdi eina manning uppá umleið 35 mans, skaptu eisini ein stóran manningartørv. Tað fingust ikki nóg nógvir íslendingar, og tí var neyðugt at fara út um landoddarnar at fáa fólk. Føroyar var tann mest nærliggjandi møguleikin, og í Føroyum høvdu fiskimenn tá stóran tørv á arbeiðsmøguleikum vegna ein niðurslitnan flota her heima. Tískil kundu føroyingar og íslendingar hjálpa hvørjum øðrum. Árliga fóru upp til 1400 føroyingar til Íslands hesi árini. Nógvir teirra vóru við trolarum, og er hetta ein serligur partur av føroysku fiskimannasøguni.
Í hesum sambandi hava vit eisini eitt heilt serligt samband til Norðfjørðin. Tveir av teirra trolarum gingu burtur, og báðir høvdu eitt serstakt samband við Føroyar.
Við Egil Reyða, sum forlisti í 1955, vóru 19 føroyingar við. Ein av teimum sjóláts. Hetta var Sofus Skoradal úr Dali. Eftir hann sat einkja við lítlari dóttir.
Goðanes sigldi á Flesjarnar á veg inn á Skálafjørðin fyrst í 1957. Tá doyði skiparin, tann 24 ára gamli Petur Hafsteinn, frá gentu og nýføddum soni. Í 2007 varð minnissteinur reistur fyri honum á Strondum, og høvdu vit tá frásøgn frá hesi vanlukku og eisini frá minningarhaldinum.

-----------------


Egil Reyði - kundi blivið størsta føroyska vannlukka

Á vitjanini í Neskaupstaði fingu føroyingarnir høvi til at heilsa uppá gamlar íslendskar trolaramenn, sum høvdu siglt saman við føroyingum

Teir vóru
• Birgir Sigurðsson, sum var dekkari á Egil Reyða, stýrimaður á Goðanesi og stýrimaður og skipari á Gerpi.
• Herbert Benjamínsson, sum var bátsmaður á Egil Reyða, Goðanesi og Gerpi.
• Axel Óskarsson, sum var tele­grafistur á Egil Reyða og Goðanesi. Hann upplivdi bæði forlissini
• Halldór Thorsteinsson, sum var dekkari á Gerpi
• Jakob Vigfússon, sum eisini var dekkari á Gerpi

Stóð eisini á hjá Gerpi
Birgir Sigurðsson var beiggi skiparan á Goðanesi, sum doyði á Flesjunum. Hann er eisini pápi Karl Johann Birgisson, sum skipaði fyri vitjanini í Neskaupstaði.
Birgir er nú 80 ára gamal. Hann er ein royndur trolaraskipari og var til skips, inntil hann var 70 ára gamal. Hann hevur somuleiðis upplivað eitt sindur av hvørjum. Hann var skipari á fyrsta sinni við trolaranum Gerpi í 1959. Teir vóru á veg til New Foundland og sigldu fram við Kappanum í illveðrinum, tá ið Hans Hedtoft gekk burtur. Teir fingu ein sjógv, sum gjørdi skaða á brúnna, men teir kundu tó halda áfram.
Tað var beint eftir Hans Hed­toft vanlukkuna, at íslendski trolarin Juli koppaði av yvirísing og sakk. 30 mans, teir nógvu av Hafnarfjørðinum, fórust. Gerpir var á somu leið.
Gerpur var tann trolarin, sum Bæjarútgerðin í Neskaupstaði útvegaði sær sum nýbygning fyri Egill Rauða.
Birgir hevur siglt saman við nógvum føroyskum fiskimonnum, sum hann gevur besta skoðsmál. Hann kendi eisini fleiri av teimum gomlu føroysku trolaraskiparunum sum Hans Paula og Kaj Johannesen.
Kona Birgir, Guðriður, er av føroyskari ætt. Abbi hennara var Jógvan Hjelm úr Vági, pápabeiggi kenda skiparan Thorvald Hjelm.

Vanlukkan við Egil Reyða
Vanlukkan við Egill Rauði var nógv kend í síni tíð. Manningin taldi 34 mans, og av teimum vóru sum nevnt 19 føroyingar. Teir byrjaðu ein nýggjan túr nýggjársdag í 1955. Tann 26. januar var av ringasta veðri uppi á Vestfjarðunum, sum er nærmasta land til fiskileiðina á Halanum, tiltikið sum eitt illveðursøki, sum føroysk fiskiskip eisini hava royndir av. Hetta er ikki minst galdandi um veturin, tá ísingin av skipunum ger tey til eina deyðsfellu. Her eru eisini mong skip burturgingin.
Júst hendan dagin frysti 14 stig. Hvussu harðbalið tað kundi vera, kom júst til sjóndar hendan dagin. Tað fyrsta, sum hendi á degnum var, at tveir bretskir trolarar fórust við ikki færri enn 50 monnum.

Neyðarkall av Egill Rauða
Mikudagin tann 26. januar kl. 18.45 hoyrdu teir á trolaranum Austfirðingur neyðarkall frá Egill Rauða, sum segði seg vera strandaðan innarlaga við Grønulíð ikki langt frá Ísafjørðin. Tað var longu blivið myrkt, og tað var av ringasta veðri. Egill Rauði hevði - eins og onnur skip - leitað sær inn undir land at kroka. Skiparin var í messuni og skaffaði, og tað stoytti í somu løtu, sum hann var komin upp á brúnna aftur. Tað var ein skopuningur, sum tá stóð til róðurs. Men hann gjørdi sjálvtsagt bert tað, hann hevði fingið boð um.
Vegna umstøðurnar vistu teir á Egili Reyða ikki heilt nágreiniliga, hvar skipið var strandað.
Sambandið við skipið hvarv longu kl. 19.30, tí sjógvur var komin at telefonini. Nógvir trolarar fóru at leita eftir Egill Rauða, men illa gekk at finna hann vegna myrkur, kavarok og illveður. Manningin hevði roynt at skjóta rakettir og at blussa, men hetta hevði ikki riggað vegna tað vánaliga veðrið og kavarokið.
Men kl. 21 funnu trolararnir Egill Rauða. Tað var sera óreint í sjónum, og tí kundu trolararnir ikki koma nóg nær til at kunna skjóta bjargingarlínu yvir á Egill Rauða. Bjargingarbátarnir hjá trolarunum vórðu settir út, og teir royndu at koma tað nærri strandaða trolaranum, men hetta riggaði heldur ikki.
Kl. 21 fór eitt bjargingarlið við 10 monnum av Ísafirði við einum báti, og komu teir fram kl. 23.30. Tá var staðið, har trolarin var strandaður, upplýst av ljóskastarum frá trol­arum, sum vóru komnir hagar. Men bjarging frá sjónum tyktist ikki at vera møgulig sum var.

Bjargingarlið mátti ganga í 9 tímar
Tá fóru menn at hugsa um møgu­leikan at bjarga monnunum frá landi, hóast vegurin higar tyktist at vera ófarbarur. Hóast hetta varð eitt lið av bjargingarmonnum sent avstað frá Ísafirði. 10 mans av trolar­anum Austfirðingur skuldu vera teimum til hjálpar saman við stýri­manninum á vaktarskipinum Ægir.
Har trolarin stóð, bar als ikki til at seta fólkið á land. Tað nærmasta staðið, bjargingarmenninir kundu verða settir á land, var á Hesteyri, sum er so langt burturi, at tað tók 9 tímar at ganga. Tað var eisini sera illgongt, eins og tað eisini mátti gangast um fjøll, og hetta var í ringastu veðurlíkindum. Vegvísari teirra var ein ungur drongur, Gisli Jónsson, bóndasonur har á leiðini, sum var tann einasti, sum var staðkendur. Bóndagarðurin var niðurlagdur, og familjan var flutt til Ísafjørðin. Tað var so heppið, at bjargingarliðið hitti hann tilvildarliga í býnum á veg í biograf, tá tað skuldi fara avstað. So Gisli hevði bert at skunda sær at lata seg í til ferðina, og so at fara við. Teir fóru til gongu við útgerð kl. 5 um morgunin, og teir komu ikki fram fyrr enn kl. 1 seinnapartin.
Men nakað samstundis fóru tveir bátar avstað frá Ísafirði, og vóru hesir Andvari og Páll Pálsson. Hetta vóru 15-16 tons bátar. Hildið var, at hesir bátar vóru so passaligir í stødd, at teir kundu koma so nær Egill Rauða, at teir kundu skjóta línu umborð. Ein av teimum trolarunum, sum vóru komnir til hjálpar, var Goðanes, og skiparin á honum fór umborð á Andvari fyri at hjálpa teimum at skjóta línuna yvir á Egill Rauða. Siglt varð so nær boðunum sum gjørligt, og síðani varð roynt at skjóta bjargingarlínu yvir á neyðstadda trolaran.
Kl. 9.10 var farið at lýsa fyri degi, og nú skuldi hetta roynast. Tá sást eisini, at skipið var brotnað av um miðjuna, og brimið skolaði yvir báðar partarnar av skipinum. Roynt varð at skjóta fleiri ferðir, og fjórða skotið eydnaðist. Kl. 10.15 var fyrsti maðurin hálaður yvir á Andvari. Tá vóru lidnir 15 ½ tími síðan strandingina. 13 mans vórðu bjargaðir umborð á Andvari. Hesir vóru allir sera illa fyri, sum teir illa klæddir og oljudálkaðir vóru drignir langan tein gjøgnum sjógvin.

Bjargingin frá landi
Bjargingarmenninir á landi komu fram kl. 13. Hetta var fyrstu ferð, at walkie-talkie hevur verið brúkt í eini slíkari støðu. Teir royndu eina ferð at fáa samband við bjargingarfólkið á sjónum, men teir fingu ikki samband. Hetta var heppið, tí høvdu teir tá fingið at vita, at bjargingini var byrjað frá sjónum, høvdu teir helst vent aftur. Tað er als ikki vist, at tað tá hevði gingist so frægt at bjarga fólkinum, sum tað gjørdist.
At fáa fólkið í land var nógv skjótari, tí vrakið var heilt nær landi. Hetta var eisini nógv lagaligari fyri fólkið. Bjargingin frá sjónum varð meira og meira tarnað av slíkum, sum rakst á sjónum. Skjótt gjørdist aftur myrkt, sum so aftur vildi tarnað arbeiðinum.
Tá bjargingarliðið á landi kom fram, góvust teir at bjarga fólkinum yvir á Andvari. Tað eydnaðist við fyrsta skoti at fáa bjargingarlínu umborð frá landi av. Longu kl. 14.40 vóru 16 mans komnir í land, og tá var eingin á lívi eftir umborð. Umframt Sofus Skoradal vóru fýra íslendingar tá sjólátnir.
Teir av manningini, sum komu á land, vóru eisini illa fyri eins og hinir, ikki minst av kulda. Men her høvdu bjargingarmenninir verið so framskygdir at hava við sær eina fløsku av konjakk, sum fløvaði væl í hesi støðuni.
Tað varð havt á orði millum manna og í bløðunum, hvussu óttaleysir menninir á Egill Rauða høvdu verið, og menn undraðust eisini á, at teir toldu kuldan so væl, so illa teir vóru klæddir. Menninir, sum vórðu bjargaðir í land, máttu til gongu. Men nú var fjøra, og teir kundu ganga eftir bakkanum. Hetta var munandi styttri og lagaligari. Teir gingu kortini bert til bóndagarðin, hagani Gisli var ættaður, og her gistu teir. Hesin bóndagarður hevði staðið tómur í fleiri ár, og tí var kalt. Men inni var komfýrur, og teir brutu av viðinum í húsinum fyri at kyka, so tað var skjótt, at tað gjørdist heitt. Men tá vóru teir eisini allir heilt útlúgvaðir.
Sagt varð um skiparan, at hann hevði verið teimum ein góð fyri­mynd í at skipa fyri bjargingini. Alla tíðina hevði hann staðið upp á brúgvartakinum, har hann skipaði fyri bjargingini og hjálpti monnunum í bjargingarstólin. Sjálvur var hann sum ein rættur skipari farin av skipinum sum tann seinasti.
Ein av føroyingunum Tórálvur Mohr Olsen av Sandi, hevur í útvarpinum og FF-blaðnum greitt frá, hvussu hann upplivdi hesa hending. Frásøgnin hjá honum varð endurgivin í Sosialinum, táið Tórálvur doyði nakað fyri kortum.

-----------------


Sildavinnslan fjølbroytt fyritøka


Sum nevnt í seinasta parti vitjaði ferðalagið á Neskaup­staði Sildavinnsluna, sum er ein av teimum stóru fiski­vinnu­fyritøkunum í Íslandi. Í býnum búgva eini 1.600 fólk. Saman við grannabygdunum er lagt saman í eina kommunu, Fjarðarbygd, har fólkatalið er um 5.000.
Sildavinnslan varð stovnað 11.desember 1957. Hon eigur fýra skip, og eru tað tvey nótaskip, ein ísfiskatrolari og ein frystitrolari. Nótaskipini hjá teimum veiða eisini svartkjaft. Afturat hesum hava teir fiskamjølsvirki og fiska­virki til viðgerð av feskum fiski. Her er tað eydnast teimum at fáa fótin innum hjá McDonalds.
Tilsamans arbeiða eini 220 fólk hjá fyritøkuni, og er hetta tískil ein fyritøka av stórum týdningi fyri fólkið á leiðini. Umsetningurin var í 2009 90 miljonir US dollar, umleið 500 mill. í okkara peningini. Sum tað skilst gongst heilt væl við rakstrinum.
Tann størsti parturin av virk­seminum hjá Sildavinnsluni er fiskamjølsverksmiðjan, sum í fjør hevur framleitt 174.000 tonn av ráevni. Sildavinnslan hevur loyvi at veiða 9% av lodnukvotuni.
Karl Johann sigur, at teir gera ikki nógv av at keypa kvotur. Men teir gera rættiliga fitt burturúr at býta um kvotur. Teir hava til dømis rækjukvotur, sum teir býta um við pelagisk fiskasløg.
Uppisjóvarvirkið hjá teimum tekur fyrst og fremst móti sild og lodnu.
Teir frysta 3.000 t. av sild, sum fara eystureftir og eini 5.000 t. av lodnu til Japan. Afturat hesum framleiða teir fryst lodnurogn, sum geva lodnuna nógv størri virði.
Uppisjóvarvirkið tók ímóti 40.000 tonsum av sild til fryst­ingar í 2009. Her var arbeitt í tveyskiftisvakt, 12 tímar hvørja ferð, eins og í Kollafirði. Hetta gevur fólkinum eina hampiliga inntøku. Tað eru framvegis fitt av polakkum, sum arbeiða á virkinum.
Annars søgdu tey á Neska­up­staði, at tey merktu ikki nógv til kreppuna, sum ríður Ísland sum ein marra. Tey fingu heldur ikki nakran lut í upplopinum sum var. Hetta var mest á Reykjavíkarleiðini. Tað er eisini her, tey mest merkja sviðan.
Men á hesum leiðum hava tey mest hildið seg til fiskivinnu, og har eru umstøðurnar tær somu, sum tær hava verið alla tíðina. Sagt varð eisini, at tey sum vildu arbeiða sluppu at arbeiða.
Vit hittu annars ein føroying á virkinum. Hetta er Dánjal Simonsen, ættaður úr Sandavági, sum er arbeiðsformaður. Hann hevur búð í Neskaupstaði í eini 20 ár. Hann hevur íslendska konu og honum dámar væl í Íslandi.
Samstarvið millum Føroyar og Sildavinnsluna sæst júst í hesum døgum skip teirra Børkur er á beding hjá Tórshavnar Skipasmiðju.
Tað ber til at kunna seg meira um Sildavinnsluna á www.svn.is

Var við til at leita eftir pápanum
Ein av luttakarunum á ferðini Hargarð Tvørfoss úr Norðragøtu fekk eitt forvitnisligt prát inni á virkinum. Hargarð var ein av teimum mongum føroyingum, sum fór við íslendskum trolara í 50-unum. Hann fór í 1956 við Austfirðingi, sum hoyrdi heima á Eskifirði nærindis Norðfjørðin. Hetta fortaldi hann fyri manni á virkinum. Í mars hetta ár gjørdist eitt rættiligt ódnarveður. Ein bátur Hólmaborg, sum var farin til Danmarkar at fáa nýggjan motor, fekk hetta veðrið á seg og varð saknaður. Austfirðingurin var við í leitingini eftir bátinum, men einki kom burtur burtur. Báturin varð burtur við fýra ella seks monnum.
Tá kundi hesin maður rørdur fortelja Hargarð, at pápi hansara var við hesum báti.
Soleiðis komu hesir báðir at hittast aftur meira enn 50 ár eftir at teirra lagnur bóru saman.

--------------

Rætting til seinasta part
Nólsoyingarnar á Vattarnesi vóru helst har undir seinna heimsbardaga

Komandi partur
Í seinasta parti av hesi røð verður farið norður til Langanes, serliga Skálar, sum nógvir føroyingar eisini kendu. Eisini hava vit søguna hjá sørvingi, Hans Marius Hansen, sum búsettist á Skálum