Íslandskvotan skal kunna seljast

Tann, sum einaferð fær tillutaða íslandskvotu, skal framvegis hava loyvi at selja hana, so leingi hann eigur eitt skip. Hóast hann ikki í áravís sjálvur hevur fiskað av kvotuni yvirhøvur

Føroyingar, sum einaferð hava fest part av íslendska landgrunninum, kunnu selja sítt festi, so leingi teir liva, um teir bara syrgja fyri at eiga eitt far, sum kundi fiskað hana.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at hann hevur ongar ætlanir um at broyta hesa skipan, hóast tað eru menn, sum halda hana vera heldur órættvísa móti teimum, sum veruliga troyta kvotuna.

Politikkurin hjá landsstýrismanninum er, at fiskidagar og kvotur skulu vera so frítt umsetilig sum gjørligt, og bara vinnan sjálv skal gera sínar avmarkingar.

Í samgonguskjalinum stendur, sigur Jørgen Niclasen, at so fáar avmarkingar sum gjørligt skulu vera í fiskiloyvinum.

So tann, sum einaferð hevur fingið tillutaða eina kvotu undir Íslandi, fer framvegis at kunna selja hana, so leingi hann livir, bara hann hevur skipið liggjandi.

Og tað hóast allir føroyingar hava fingið hendan fiskin ókeypis frá íslendingum.

Dømi er um, at snellubátur, sum seinastu fjórðingsøldina hvørt summar hevur roynt undir Íslandi, hevur verið noyddur at keypt sær kvotu frá báti, sum trolar á føroysku landleiðini. Hesin seinni hevði ikki fyri neyðini at fara til Íslands, og tann fyrri hevði ikki nóg mikið til at vera í drift alt summarið.

Men Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sigur, at hóast slík dømi eru, verður kvotan ikki tikin frá nøkrum fyri síðan at verða býtt aftur eftir søguligum royndum.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, arbeiðir eisini við nýggjari lóg um endurnýggjan av fiskiskipaflotanum.

Semja er í samgonguni um, at endurnýggjast skal, men ikki um, hvussu tað skal gerast.

Jørgen Niclasen sigur, at tað er sera umráðandi at fáa eina veruliga endurnýggjan, so vit sleppa frá, at menn aftur fara at umbyggja gomul skip, sum vit sóu tað í áttatíárunum.

Men her leggur hann treytir við.

Tann, sum skal hava nýtt skip fyri gamalt, skal ávísa reellan eginpening.

Tá váttað er fyri landsstýrismanninum, at eginpeningurin er veruligur, skal ein ávísur stuðul kunna latast til projektið.

Men hetta verður eitt eingangsfyribrigdi, sigur Jørgen Niclasen.

Og hóast Jørgen Niclasen ikki vil siga, hvussu hendan skipanin nágreiniliga fer at síggja út, sigur hann seg vera púra sannførdan um, at hon fer at virka.

Men fyri at fáa nýtt skip, skal tað, sum skift verður út, beinast fysiskt burtur.

Tað vil siga, at tað má ongantíð fara aftur til fiskiskap undir Føroyum, sigur Jørgen Niclasen.

Heldur ikki, um onkur annar ætlar at keypa tað fyri annað skip, hann hevur og vil skifta út.

Endurnýggjan merkir, at tað, sum kemur inn fyri gamalt, skal vera nýtt.