Talv
Í 1974 samdust Talvsamband Føroyar og Skáksamband Íslands at fara undir regluligt landsdystarsamband, og í 1975 varð sostatt fyrsti dystur leiktur. Tvey tey fyrstu árini nýttu íslendingar teirra bestu telvarar, men skjótt sást at hesir vóru nógvir klassar betri enn okkara menn og síðani triðja dystin í 1979 hava bert telvarar uttanfyri Reykjavík mannað íslendska liðið, og hevur hetta eisini givið meira javnvág í dystunum.
Telvað hevur verið annahvørt ár seinastu tjúgu árini, seinast í Akureyri í 1999. Tá endaði dysturin 10-10. Í 1997 tá telvað varð í Føroyum, endaði dysturin somuleiðis 10-10, men báðir dystirnir hava íslendingar vunnu vegna fleiri stig á fremru borðunum. Hesi 26 árini telvað hevur verið landsdystir, hava íslendingar vunnu nógv flestar ferðir, men sjáldan hevur munurin verið stórur.
Ikki bert talv hevur verið á skránni tá tjóðirnar báðar hittast í talvørindum. Sanniliga hevur eisini verið høvi til útferðir og veitslur, sum hava viðført vinarsambond uttanum sjálvt telvingina. Tað er nakað serligt tá føroyingar og íslendingar hittast.
Sterkt føroyskt lið
Fyrireikingarnar til dystin komandi vikuskifti eru byrjaðar og nógvir av okkara fremstu telvarum hava játtað seg tøkar. John Arni Nilssen telvar í løtuni NM í Bergen, hann hevur í skrivandi løtu hálvtannað stig av tveimum, og kann tí ikki vera við í landsdystinum. IM John Rødgaard verður væntandi við, meðan ivamál er um Flóvin Tór Næs og Rógva W. Rasmussen. Torbjørn Thomsen, Ólavur Simonsen, Rani Nolsøe og Carl Eli N. Samuelsen hava allir játtað seg klárar.
Eyðun Nolsøe og Jens Kristian Hansen verða báðir burturstaddir. Maður kemur tó í mans stað, og tí er eingin orsøk at óttast, tí næstir í røðini eru eitt nú unglingarnir Martin Poulsen og Olaf Berg, og teir meira royndu Steintór Rasmussen, Terji Petersen, Finnbjørn Zachariassen og Martin Brekká. Hesir og fleiri aðrir eru tí um boðið.
10 mans manna liðini. Telvað verður tvíumfar, eitt leygardagin og eitt sunnudagin, í hølum Havnar Telvingarfelags.
Kelda: ?Føroysk telving í 20. øld? eftir Suna Merkistein