Íslendingar fiskaðu minni

Íslendsk skip fiskaðu ikki so nógv í januar í ár sum í sama mánaði í fjør. Tøl hjá hagstovuni í Reykjavík vísa, at tilsamans landaðu skipini 55.445 tons í januar í 2009.

Tað mesta, sum kom upp á land í síðsta mánaði, var botnfiskur, 31.300 tons, sum var heldur minni enn í januar í fjør. Sambært hagstovuni er tað kortini áhugavert, at skip og bátar landaðu 1.700 tons meiri av toski í síðsta mánað enn í januar í 2009.

Harafturímóti sveik uppisjóvarfiskurin og serliga sildin, sum bara var ein triðingur av veiðini í januar í 2009.