Íslendingar halda at eg spilli evnini í Føroyum

Finnur Hansson hevur spælt hondbólt uppá gott og ónt. Hann var ein av evnaríkastu ungu leikarum í Íslandi, men hann gavst at spæla hondbólt, tí at trýstið var ov stórt. Í Føroyum fann hann spæligleðina fram aftur, og nú velur hann familjuna framum at royna eydnuna sum yrkisleikari

Eg hitti Finn Hansson hjá heilsøluni PM, har ið Finnur starvast til dagliga. Finnur er sera fryntligur og fyrikomandi, og vit setast í kantinuni at práta.
Finnur Hansson varð valdur til ársins leikara í ár. Hann hevði eitt gott kappingarár við StÍF, sum vann steypakappingina.
- Tað var ein sera stórur heiður at vinna. Tað eru jú leikararnir í øllum feløgunum, sum velja, so tað eri eg sera glaður um, sigur Finnur.
Finnur er júst giftur við Guðrun Joensen, og tey eru flutt í hús í Miðvági.
Finnur vil ikki enn siga, hvar hann fer at spæla næsta ár.
- Tað eru 3 feløg, sum hava vent sær til mín. Eg vil ikki siga nakað enn um, hvar eg fari at spæla, sigur Finnur.

Uppvaksin við hondbólti
Finnur er av einari rættiligari hondbóltsfamilju í Íslandi. Pápin Hans Gudmunson var kendur og góður hondbóltsleikari, sum spældi við landsliðnum. Mamman spældi eisini hondbólt.
- Frá báðum síðum eru nógvir hondbóltsleikarar. Mamma og pápi spældu hondbólt. Foreldrini hjá pápa mín hava eisini spælt. Systkini hjá mammu spældu eisini. Umframt hetta havi eg nógv systkinabørn og tríminingar, sum spæla hondbólt, sigur Finnur.
Av tí sama byrjaði Finnur í sera ungum aldri at fáa áhuga fyri hondbólti.
- Tað var stórur uppbakningur heimanifrá, og øll hildu tað vera náttúrligt, at eg fór at spæla hondbólt. Tað liggur í blóðinum, sigur Finnur.

Høgar vónir
Tað vísti seg skjótt, at Finnur hevði serlig evni í hondbóltinum. Fólk vistu eisini, at hann er sonur tann mæta Hans Gudmunson, og tí vóru vónirnar høgar til hann longu í ungum árum.
- Tað var eitt stórt trýst frá nøkrum av mínum ungdómsvenjarum. Eg slapp ikki at gera teir somu feilirnar sum hinir. Mær dámdi væl at spæla hondbólt, inntil eg gjørdist 15 – 16 ár. Tá byrjaðu fólk at samanlíkna meg við pápa. Fólk søgdu við meg, at pápi mín var komin nógv longri á sínari hondbóltsleið, tá ið hann var 16 ár.
- Eg eri ein heilt øðrvísi leikari enn pápi, tí at eg eri 13 sentimetrar styttri enn hann. Hesir manglandi sentimetrarnir gjørdu eisini, at eg mátti bíða við mínum gjøgnumbroti í vaksnamannadeildini, sigur Finnur Hansson.
Skuggin hjá pápanum hekk yvir Finni, tá ið hann var ungur. Í Íslandi var eisini stórur fjølmiðlaáhugi fyri Hans og Finni.
- Sjónvarpi kom einaferð til eina venjing hjá okkum, tá ið eg var ungur. Teir tóku av mær og tosaðu um, um eg fór at gerast eins góður og pápi.
- Pápi var ein gudur í skúlanum. Tað merkti eg eisini væl. Einaferð skifti pápi felag, og eg var næstan álopin av hinum næmingunum, sigur Finnur við einum smíli.

Gavst við hondbóltinum
Finnur gavst so at spæla hondbólt, tí at trýstið var ov stórt.
- Eg fór at royna aðrar ítróttargreinar. Eg royndi judo, mountain biking, renning og golf, men einki hugtøk meg á sama hátt sum hondbóltur.
Sum 18 ára gamal kom Finnur til Føroya at spæla við H71. Pápin Hans Gudmunson var tá leikandi venjari, og hann fekk sonin til Føroya.
- Í 1997 bað pápi bað meg koma til Føroya at royna at spæla hondbólt aftur. Tá hevði eg ikki spælt hondbólt í tvey ár, so eg kendi meg eitt sindur rustaðan. Ætlanin var einans at steðga eitt kappingarár, men eg treivst so mikið væl, at eg varð verandi. Tað var stuttligt at royna at spæla saman við pápa. Vit høvdu eitt gott ár, har ið vit vunnu steypakappingina.
Finnur fekk damu og vinir í Føroyum og gjørdi tí av, at hann skuldi verða verandi í Føroyum, hóast pápin fór heim.
- Eg skifti til Neistan í 1999. Eg hugsaði ofta um at fara aftur til Íslands, og í 2000 fór eg at spæla við FH. Tað gekk fínt, inntil eg fekk ein keðiligan skaða. Tá var eg akkurát um at spæla meg inn á liðið, so skaðin kom illa fyri. Tá misti eg áhugan, og eg hugsaði, at hondbóltur er ikki nakað fyri meg. Sæð í bakspegilinum dugi eg tó at síggja, at eg gjørdi ikki nóg nógv við tað.
Í 2001 kom Finnur aftur til Føroya til H71. Í 2003 skifti hann til Kyndil.
- Eg fekk spælagleðina aftur í Kyndli. Hópurin var góður, og vit høvdu gott samanhald. Tað er eitt av stuttligastu árunum, ið eg havi spælt.

Fekk gjøgnumbrot í Íslandi
Í 2005 fór Finnur aftur til Íslands at royna seg við FH.
- Í 2005 fór eg aftur til FH, og hesa ferð gekk væl. Eg varð í toppform beinan vegin, og eg varð fastur á liðnum. Eg vandi meira enn hinir – 7 – 9 ferðir um vikuna. Eg vandi serliga nógv við økslini, sum hevði plágað meg nógv.
Í Íslandi eru hondbóltsleikarar stjørnur, og tað var eisini beinan vegin lagt merki til, at Finnur kláraði seg væl.
- Fjølmiðlarnir løgdu merki til mín, og teir tosaðu um, at eg eri sonur Hans Gudmunson, og eg var ein partur av tí unga ættarliðnum av góðum hondbóltsleikarum í Íslandi.
Hóast Finnur veruliga fekk sítt gjøgnumbrot í Íslandi, valdi hann at fara aftur til Føroya at leika við StÍF árið eftir.
- Eg og Guðrun fingu eitt barn saman, og eg haldi ikki, at tað er so gott at byrja eitt familjulív í Íslandi. Tað er sera dýrt í Íslandi, og vit tímdu ikki at keypa eina íbúð fyri 2,5 milliónir føroyskar krónur. Eg trívist líka væl í Føroyum, og tí valdu vit at koma aftur her.

Íslendingar undrast
Íslendingar hava lagt til merkis, at Finnur spælir í Føroyum, og teir flestu undrast á, at hann hevur valt Føroyar framum eina yrkisleið uttanlands.
- Tað eru nógv, sum siga, at eg spilli míni evnir í Føroyum. Tey siga, at eg hevði kunnað komið langt, um eg hevði viljað. Sjálvandi hugsi eg eisini um, hvussu tað hevði sæð út, um eg ikki gavst við hondbóltinum sum tannáringur. Men nú havi eg familju, og eg seti tey bleytu virðini hægri. Tú broytist, tá ið tú fært børn. Tú sært alt frá einum øðrum sjónarhornið. Eg angri í hvørt fall einki nú.

Droymir enn um útlandið
Finnur hevur tó ikki heilt slept dreyminum um at koma uttanlands at spæla.
- Um eitt tilboð kom við góðum treytum, hevði eg møguliga tikið av og farið einsamallur. Men eg hevði ikki spælt í meira enn 2 ár uttanlands, og so hevði eg komið aftur til Føroya. Eg kenni nógvar venjarar uttanlands, og summi feløg hava vent seg til mín óbeinleiðis, men einki ítøkiligt er komið á borðið. Sum íslendingur havi eg ein stóran fyrimun, tí at stór feløg hava stóran áhuga fyri íslendingum. At vera íslendskur hondbóltsleikari kann samanberast við at vera brasilskur fótbóltsleikari, sigur Finnur við einum smíli.
Finnur hevur einaferð spælt ein vinardyst við føroyska landsliðnum. Hann hevur tó ikki loyvi at spæla skrásettar dystir enn.
- Teir arbeiða við sakini, so at eg kann koma at spæla fyri Føroyar. At spæla landsdystir er eitt tað størsta, ein kann gera. Tá ið eg spældi vinardyst við Føroyum í Norra, fekk eg eina serliga kenslu, tá ið teir spældu føroyska tjóðsangin. Tað var ein tjóðskaparlig kensla, sum eg ikki trúði, at eg fór at kenna fyri Føroyar. Eg kann siga, at í løtuni kenni eg meg eins nógv føroying sum íslending. Eg havi alt í Føroyum burtursæð frá mína íslendsku familju, sigur Finnur Hansson at enda.




Fakta
Føddur 01.05.1979
Sonur Hans Gudmunson
Er frá Hafnafirði
Konan eitur Guðrun Joensen
Tey eiga sonin Aron Hans Finson


Finnur um føroyskar hondbóltsleikarar

- Føroyingar eiga nógvar góðar hondbóltsleikarar, og teir kunnu koma langt, um teir
vilja. Eg vóni veruliga, at onkur fer at royna eydnuna uttanlands, tí at evnini eru til staðar. Tað eru minst 5 – 6 leikarar, sum kundu klárað seg uttanalands. Serliga Rókur Akralíð hevur góð evnir, og hann kann koma langt

Finnur um vanar

- Eg havi ein serligan vana til dystir. Eg keypi ein pakka av serligum hosum, sum eg altíð havi á til dyst. Um eg ikki finni hesar hosurnar, verði eg púra ørkymlaður. Eg sovi og eti eisini tilvitað áðrenn dyst

Finnur um trúgv

- Eg trúgvi á Gud, og eg tosi ofta við Harran í tí dagliga. Tað kann vera áðrenn dyst ella í hálvleikinum. Eg gangi ikki fast á møti ella í kirkju, men eg trúgvi, og vit tosa nógv um trúgv heima. Men eg tosi kanska ikki so nógv um tað alment

Finnur um politikk

- Nú eg eri vorðin eldri, eri eg eisini byrjaður at fylgja eitt sindur við í politikki. Eg haldi, at eg kann flokkast sum tjóðveldismaður