Fýra íslendingar fara í summar at rógva langa teinin úr Noregi til Íslands.
Ferðin byrjar í Kristianssand á norska tjóðardegnum 17. mai, og róð verður í fyrstu syftu til Skotlands og Orkneyoyggjarnar. Haðani verður róð til Føroya og síðani víðari til Íslands. Næsta ár ætla teir so at halda fram við ferðini og rógva til Grønlands og Kanada.
Teir fýra íslendingarnir fara at at rógva í einum serliga gjørdum báti, og teir rokna við, at miðalferðin verður umleið 5,5 kilometrar um tíman, men alt veldst sjálvandi um veður og vind.
Umframt at íslendingarnir ætla sær í Guiness metbókina, vilja teir við ferðini eisini vísa á aldargamla sambandið, sum hevur verið millum fólk her norðuri í Atlantshavinum.