Íslendingar á skúlabonk í Føroyum

Føroysku royndirnar at bjóða út øki til oljuleiting og framleiðslu skulu nú koma íslendingum til hjálpar. Seks umboð fyri íslendskar orku- og vinnumyndugleikar sita í hesi løtu á skúlabonki á Oljufyrisitingini. Fyrsta loyvirunda í Íslandi verður í 2007

Kunningartiltak
Jan Müller
[email protected]


Millum luttkararnar á oljuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum týsdagin, "Offshore Faroes" vóru eisini seks umboð fyri íslendskar orku- og vinnumyndugleikar. Ein teirra helt fyrilestur um íslendska orkupolitikkin. Men høvuðsørindini hjá íslendsku grannum okkara í Føroyum í hesum døgum eru at kunna seg um føroyskir royndirnar í oljuvinnuni, her fyrst og fremst hvussu føroyingar hava sett saman útbjóðingina av landgrunninum. Teir seks íslendingarnir fara allan mikudagin og hósdagin at sita á skúlabonki á Oljufyrisitingini, har ein hópur av føroyskum serfrøðingum og fakfólki fara at greiða frá okkara royndum á oljuøkinum.

Petur Ørn Sverrisson, sum starvst í íslendska handilis- og ídnaðarmálaráðnum er sera fegin um, at føroyingar hava tikið so væl ímóti teimum. Endamálið við hesi kunningarferðini er rætt og slætt at skapa sær eitt gott grundarlag undir teirri fyrstu útbjóðingini av landgrunninum til oljuleiting.

Fólkini koma úr ídnaðarmálaráðnum, orkustýrinum og umhvørvismálaráðnum. -Vit eru komin higar fyri at læra frá tykkara royndum í útbjóðing til at leita eftir olju. Vit hava gott samstarv við føroyskar orkumyndugleikar og hetta er so eitt framhald av tí samvinnuni, har vit kunnu lata hvørjum øðrum kunnleika og royndir.

Uppá fyrispurning hví teir ikki heldur fara til lond, sum hava rikið oljuvinnu í mong ár so sum Ongland og Noreg sigur Petur Sverrisson, at føroyingar hava eina rættiliga nýggja skipan, og landið er heldur ikki so stórt. Tað ger, at tørvurin á fólki til at taka sær av hesum er ikki so stórur heldur. -Vit hava eisini lagt merki til, tykkara máti at handfara hesi málini er skilagóður, men møguliga fara vit eisini aðrastaðni at kunna okkum, so vit hava nakað at samanbera við.

Útbjóðing í 2007
Ísland miðjar móti at hava fyrstu útbjóðingina til bæði leiting og framleiðslu klára í 2007. Men hvørjar vónir hava íslendingar so til, at olja finst í undirgrundini! Petur Sverrisson sigur, at tað eru feløg, sum hava gjørt kanningar í Íslandi og her kanska serstakliga á Jan Mayen rygginum. -Íslendska stjórnin hevur avgjørt at fara undir at fyrireika loyvisumfør. Um olja finst her hjá okkum vil bara tíðin vísa sigur oddamaður í íslendsku sendinevndini, sum vísir til, at økini tey helst fara at bjóða út, eru langt til havs, har tað er harðbalt veðurlag.

Ørindini í Føroyum vóru so eisini at kunna um íslendska orkulóggávu og orkupolitikk. Petur Ørn Sverrisson sigur, at vónandi kunnu íslendingar geva føroyingum nøkur góð ráð, hóast tað ikki ber til uttan víðari at samanbera viðurskiftini í báðum londunum.

Geysir gjørt kanningar
Eitt av feløgunum, sum hevur gjørt eitt nú seismiskar kanningar í Íslandi er Geysir, sum hevur sítt høvuðssæti í Oslo. Hetta er sama Geysir, sum er fyristøðufelag fyri loyvini, sum Atlantic Petroleum fekk tilluttað í 2. útbjóðing í Føroyum. Oddamenninir í Geysir vóru eisini til steðar í Norðurlandahúsinum týsdagin. Teir halda tað vera sera spennandi, at íslendska stjórnin nú fyrireikar eina loyvisrundu og dylja ikki fyri, at Geysir fer at liggja framvið, tá henda letur upp. Felagið situr longu inni við týðandi upplýsingum um undirgrundina við Jan Mayen. Terji Hagevang, stjóri í Geysir útilokar ikki, at møguleikar er fyri at finna kolvetni í íslendsku undirgrundini og byggir hann hetta m.a. á teirra kanningar, sum vísa, at jarðfrøðin í Íslandi og Føroyum líkist nógv. Ein virkin kolvetnisskipan er longu staðfest í Føroyum. Tað er so eisini eina slíka, sum íslendingar vilja hava vitan um við eini útbjóðing.

Hjá Geysir eru tey annars í ferð við at leggja seinastu hond á fyrireikingarnar til at skjóta seismikk á føroyska landgrunninum í summar. Geysir og Atlants Kolvetni fingu tillutað tvey leitiloyvi í 2. útbjóðing í fjør.