Íslendingur skiftir úr Týsklandi til Onglands

Góðu, íslendsku EM-avrikini hava viðført øktan áhuga fyri íslendsku leikarunum.

Tað varð væntað, at eftir framúr góðu avrikini hjá Íslandi í EM-endaspælinum, sum nýliga er farið aftur um bak, at fleiri evropeisk feløg fóru at fáa eyguni upp fyri íslendsku leikarunum. Helst er ein ávísur sannleiki í hesum, tí at fyrr í dag gjørdist greitt, at íslendskur áleypari skiftir týskan fótbólt út við enskan fótbólt.

 

Talan er um 24 ára gamla Jón Daði Böðvarsson, sum skiftir Kaiserslautern í týsku Bundesliga 2 út við næstbestu deildina í Englandi, The Championship. Framyvir skal íslendski framherjin umboða Wolverhampton Wanderers, sum fyri fáum árum síðani spældi í Premier League.

 

- Tá ið eg vaks upp í Íslandi, hugdi eg nógv eftir Premier League og The Championship. Enskur fótbóltur er sera væl umtóktur í Íslandi, og tí hevur tað altíð verið eitt mál hjá mær at spæla í enskum fótbólti, sigur Böðvarsson í viðmerking við heimasíðuna hjá Wolverhampton, ella Wolves, sum felagið eisini verður nevnt.

 

Væl eydnaða EM-endaspælið fer seint í gloymibókina hjá Jón Daði Böðvarsson.

 

- Tað var ein ótrúlig uppliving. Vit megnaðu at taka nógv fólk á bóli, og ikki minst okkum sjálvar eisini. Eg eri sera takksamur fyri tí upplivingina. Tað er ikki ein og hvør fótbóltsleikari, sum fær tann møguleikan í yrkisleiðini, og at vit komu so langt er ikki til at fata, sigur Jón Daði Böðvarsson um EM-endaspælið.

 

Jón Daði Böðvarsson byrjaði inni í øllum fimm dystunum hjá Íslandi í EM-endaspælinum í Fraklandi. Hann skoraði eitt mál í kappingini, og tað var málið til 1-0 í síðsta bólkaspælsdystinum ímóti Eysturríki, sum Ísland at enda vann 2-1.