Í mánaðir hevur íslendska stjórnarsamgongan arbeitt við ymsum nýskipanum á fiskivinnuøkinum, og nú uppskotini nærkast avgreiðslu, eru reiðararnir so misnøgdir við innihaldið, at teir valdu at lata skipini verða liggjandi við bryggju aftan á Sjómannadagin, sum var um vikuskiftið.
Reiðararnir eru serliga ilskir um veiðigjaldið, sum stjórnarsamgongan ætlar at leggja á teir. Eftir uppskotinum, sum nú liggur á borðinum, skulu skip á botnfiskaveiði rinda 30 íslendskar krónur fyri hvørt kilo í toskavirði fiskiárið 2012-2013, og gjaldið hjá uppsjóvarskipunum verður 33 krónur fyri sama fiskiár. Gjøldini skulu hækka fimm prosentstig um árið til fiskiárið 2016-2017. Harafturat kemur eitt sokallað alment veiðigjald, sum verður 8 krónur.
Jóhanna Sigurðardóttir, forsætisráðharri, er í øðini um, at reiðararnir hava gjørt av at leggja flotan. Hon segði í Altinginum fyrradagin, at eftir hennara tykki er tiltakið hjá reiðarunum ólógligt. Hon segði, at reiðararnir hava tikið hetta stigið, tí teir eru bangnir fyri, at teirra krøv verða havnað.
-Tá teir borgarligu flokkarnir ráddu fyri borgum, kundu reiðararnir støkka inn á gólvið og fáa tað, sum teir vildu hava, men tað fáa teir ikki frá hesari stjórnini, segði forsætisráðharrin. Hon legði afturat, at tiltakið hjá reiðarunum er eitt ólógligt álop á Altingið.