Íslendskir ríkmenn fyri rættin

Tað hevur tókst mongum gátuført, at nakrar íslendskar fyritøkur eru so sterkar, at tær  umframt at keypa part av vinnulívinum í Føroyum  eisini hava kunnað keypt stórhandlar úti í verðini, eitt nú Magasin í Keypmannahavn. Nú koma oddamenninir fyri rættin fyri lógarbrot
36 ára gamli Jón Asgeir Jóhannesson og fimm av hansara næstu verða ákærd fyri 40 lógarbrot. Teir nokta seg sekar og hótta við at leggja sak móti íslendska statinum.
17. august reisir íslendski staturin ákæru móti Jón Asgeir og fimm av næstumonnum hansara í felagnum Baugur fyri at hava brotið íslendska lóg í 40 førum, skrivar danska blaðið Berlingske Tidende. Tá hetta verður skrivað er ikki almannakunngjørt, hvat teir verða ákærdir fyri, men blaðið heldur seg vita, at talan er bæði um fíggjarsvik og skattasvik.
Allar ákærur verða afturvístar. Sakførarin hjá Jón Asgeir og Baugi er biðin um at fyrireika sakarmál móti íslendska statinum. Teir tosa eisini um at leggja málið fyri evropeiska mannarættindadómstólin.
Trý ára kanningar
Tað kom fram seinasta fríggjadag, at eitt ákærurit er á veg. Bakmanspolitiið ringdi til Jón Asgeir, sum segði honum, at kanningar í 3 ár av málinum vóru lidnar, og at hann kundi senda sakføraran eftir tilfarinum.
Sum sagt er ákæruritið ikki almannakunnugt enn, men íslendskir fjølmiðlar halda seg vita, at talan er um 40 ákærupunkt. Her er vert at skoyta uppí, at Jón Asgeir sjálvur hevur ræðið á tveimum av teimum trimum stóru bløðunum, teirri størstu privatu sjónvarpsrásini og fleiri útvarpsstøðum.
Eisini pápin, Jóhannes Jónsson, systirin Kristin Jóhannesdóttir, sum er stjóri í íløgufelagnum Gaumur, Tryggvi Jónsson, sum er fyrrverandi umsitingarstjóri hjá Jón Asgeir, og tveir grannskoðarar hjá KPMG, Anna Þóradóttir og Stefan Hilmarsson, verða somuleiðis ákærd.

Skemt í Florida
Hildið verður, at ákærurnar serliga snúgva seg um tvær hendingar, sum komu fram, beint áðrenn Baugur knappliga varð tikið av íslendska virðisbrævamarknaðinum.
Hann, sum setti alt í gongd, var íslendingurin Jón Gerald Sullenberger, sum fór til íslendsku myndugleikarnar og avdúkaði, at árini 2000 til 2002 skrivaði hann 33 falskar rokningar til Baug.
Baugur gjørdi tá eina miseydnaða roynd at stovna 3-400 discounthandlar í amerikansku Suðurstatunum. Fyritøkan hjá Jón Gerald, Nordica, lat tilfar til hesar royndir. Rokningarnar vóru falskar, tí at teksturin samsvaraði ikki við innihaldið. Ein rokning uppá 19.260 dollarar var fyri tænastur frá nøkrum afrikanskum gentum í Miami Beach Escorts, sum skuldu gera tað lívligari á einari veitslu, sum varð hildin umborð á játtini hjá Jón Asgeir og Jón Gerald. Fleiri kendir íslendingar vóru við á veitsluni, teirra millum Sigurður Einarsson, nevndarformaður í stórfyritøkuni Kaupthing. Stutt eftir hjálpti Kaupthing Baugur úr trupulleikum á virðisbrævamarknaðinum við at keypa 35% av Baugi.
Kjarnin í ákæruni er, at partaeigarar í Baugi rindaðu við lív og góðar dagar (ella ólevnað), sum Jón Asgeir og vinir hansara høvdu í Florida.
Dávið Oddson og forsetin
Eitt annað ákærupunkt kann skaða umdømið hjá Jón Asgeir nógv. Táverandi íslendski forsætisráðharrin Dávið Oddson fekk eina lóg gjøgnum Alþingið, sum hevði til endamáls at avmarka valdið hjá Jón Asgeir á íslendskum fjølmiðlum. Hann segði tá í íslendskum sjónvarpi, at Jón Asgeir hevði boðið sær 25 mió.kr. í mutri.
Dávið Oddson hevur ongantíð tikið hesa skuldseting aftur, og Jón Asgeir hevur ongantíð kravt, at hann skuldi avsanna hana. Lógin varð tó ongantíð l?st, tí forsetin Ólafur Ragnar Grímsson noktaði at góðkenna hana, tí hann segði hana stríða ímóti grundlógini. Dávið Oddson vildi vera við, at forsetin hugsaði um dóttrina, sum starvaðist hjá Baugi.
Dávið Oddson, sum nú er uttanríkisráðharri, var forsætisráðharri í 13 ár, longri enn nakar annar. Frammanundan var hann borgarstjóri í Reykjavík. Menninir í Baugi vilja vera við, at hann hevur forfylgt teimum, tí at tað hevur gingist teimum so væl.
Nevndin styðjar Jón Asgeir
Nevndin í Baugi styðjar Jón Asgeir fult út. Jónathan Þórmundsson professari skrivaði í skundi eitt upprit um málið, og út frá tí halda teir tað vera løgið, at 6 fólk verða ákærd fyri at hava snýtt Baug, sum ikki heldur seg vera snýtt. Grannskoðarafelagið KPMG hevur eisini boðað frá, at tað stendur aftan fyri tað arbeiðið, sum tveir av teirra grannskoðarum hava lagt navn til.
Nevndin í Baugi heldur, at politikanningin beinanvegin, hon varð alment kunnug, skaddi teirra handilsmøguleikar nógv, eitt nú í Bretlandi, har Baugur var í ferð við at keypa seg inn í eina stóra handilsketu. Síðani hevur Baugur keypt Magasin fyri 1,5 mia.kr. og fleiri stórar mótahandlar í Bretlandi fyri miljardir.
Ólafur Ragnar stuðlar
Fjølmiðlarnir hava altíð víst Jón Asgeir fram sum eina poppstjørnutypu, men nú ivast fleiri og fleiri í soliditetinum aftan fyri tey stóru keypini.
Men forsetin Ólafur Ragnar Grímsson hoyrir framvegis til stuðlar hansara, skrivar Berlingske Tidende. Hann læt sjálvur upp, tá Baugur herfyri hevði eitt átak í Kina, og kona hansara, tann mótaáhugaða Dorrit Moussaieff, hevur nýliga verið í yvirskriftunum, tí hon hevur flogið ókeypis við jettflogfarinum hjá Baugi. Hon skuldi til eitt mótashow, sum mótaketan Mosaic skipaði fyri. Og tað er Baugur, sum eigur Mosaic.