Um Ólavsøku mundið fara føroyingar at síggja íslendskir víkingar á motorsúkklu ferðast kring oyggjarnar, við draguhøvdi á rygginum.
Víkingarnir stovnaðu ein felagsskap í Íslandi í 2013 - ein motorsúkklufelagsskap, sum tó ikki er eins og aðrir. Hetta tí, at teir rópa seg fyri ein familju felagsskap, har kvinnur og menn eru vælkomin sum limir. Síðani 2013 hevur felagsskapurin spreitt seg til 18 onnur lond, har av tann størsti er í Norra. Nú koma tey til Føroya, tí tey vilja hava limir her eisini.
Stovnarin er eisini oddamaður fyri Víkingafestival í Reykjavík, og soleiðis sameina tey bæði áhugan fyri víkingum og áhugan fyri motorsúkklum í einum.
Stovnarin eitur Gunnar Víking Olafsson, og tað er hann, ið sæst á myndini her.