Íslendskt nótaskip mundi sokkið av sama breki sum Jógvan Norði

Í hesi vikuni var kavari niðri hjá íslendska nótaskipinum, Áskell, sum liggur á Fuglafirði og setti propp í wc-rørið, meðan smiðjumenn bundu um heilan fingur í maskinrúminum

Trygd á sjónum

Í Sosialinum í vikuni segði Skipaeftirlitið, at hendingin við línuskipinum, Jógvani Norði, sum í heyst sakk vestanfyri, tíbetur er nakað, sum hendir ógvuliga sjáldan.
Veðrið var gott, tá ið skipið í stutt fyri midnátt fór at leka. Sjógvurin fossaði inn, og longu hálvan tíma eftir, at lekin varð staðfestur, sá skiparin seg noyddan at biðja manningina fara í bjargingarbátarnar.
Spurningurin er so, um tað ikki ber til at byrgja uppfyri, at slíkt hendir aftur. Hevði veðrið verið ringt, tá ið skipið fór at leka, er ikki vist, at skipsbrotið hevði spælt so væl av, sum tað gjørdi.

Mundi sokkið

Sosialurin hevur tosað við fólk, sum vita at siga, at tað, sum hendi Jógvan Norði, tá ið eitt wc-rør í maskinrúminum fór at leka niðanfyri ventilin, er hent áður.
Íslendska nótaskipið, Torsteinn, mundi nevniliga sokkið av sama breki fyrr í ár, tá ið wc-rørið, sum gongur út úr maskinrúminum, fór at leka. Skipið sendi boð eftir tyrluni, sum kom við pumpum, og tað eydnaðist at fáa sjógvin úr aftur skipinum.
Í Fuglafirði liggur ein annar íslendskur nótabátur í løtuni; tað er Áskell, sum er systurskip til Torstein.
Skiparin umborð á Áskell váttar, at tað, sum hendi Jógvani Norði, eisini hendi Torsteinn.
- Tað er Norsk Veritas sum krevur, at wc-rørið niðanfyri ventilin verður tryggjað ímóti, at slíkt, sum hendi Tórstein og Jógvani Norði, kann henda Áskell, sigur íslendski skiparin.

Binda um

Sosialurin hevur tosað við kavaran, sum var niðri og typtu fyri holið undir botninum á skipinum, meðan arbeiðið fór fram í maskinrúminum. Tá ið smiðjumenn vóru lidnir at styrkja rørið, fór kavarin niður aftur og tók proppin úr aftur.
- Umborð á Áskell hava teir nú gjørt tað soleiðis, at skuldi wc-rørið farið niðanfyri ventilin, sum situr á rørinum, sleppur sjógvurin ikki inn í maskinrúmið, men endar í einum "skinni" ella beholdara, sum er bygdur uttan um rørið og upp til ventilin.
Kavarin sigur, at hetta burtur av er gjørt fyri at binda um heilan fingur.
Hann vísir á, at eitt 4-tummarør, sum hesi rørini eru, er einar 10-11 cm. vítt innan. Brotnar eitt slíkt rør, fyllist maskinrúmið skjótt við sjógvi.
- Tað er skjótt, tú kanst verða lumpaður av einum jarnrøri, um teringur kemur í. Nógv góðs er í hesum rørum, men tey kunnu saktans farast sum alt annað jarn ? ikki minst, um okkurt "bend" er á. Hetta sæst best við einum útstoyti. Summi halda ógvuliga stutt; onnur kanska eini 7-8 ár.

Hvat gerst?

Kavarin sigur, at wc-rørið umborð á Áskell kemur útaftur heilt niðri við kjølin á skipinum.
- Brotnar rørið niðanfyri ventilin, er lítið og einki at gera, tí eitt slíkt rør tekur so nógvan sjógv. Innan í maskinrúminum er einki at gera, um sjógvurin longu er komin í skipið - og uttanborðs gerst einki, sigur kavarin, sum Sosialurin hevur tosað við.
Spurningurin er so, um hond verður tikin um tey skip í Føroyum, sum kunnu hugsast at hava somu rørskipan sum Jógvan Norði.
Líkt er í hvussu er til, at íslendingar vilja binda um heilan fingur.
Í samrøðu við Sosialin í vikuni, segði leiðarin á Skipaeftirlitinum, Óla Hans Hammer, at tað var eitt ógvuliga sjáldsamt óhapp, sum hendi Jógvani Norði.
- Hetta var eitt óhapp, sum er ókent, og sum tað illa ber til at verja seg fyri. Nú vita vit, at hetta kann verða ein trupulleiki hjá hesum slagi av skipum og so ber sjálvsagt til at hava eyguni eftir, tá ið vit sýna skip í framtíðini, sigur segði leiðarin á Skipaeftirlitinum.
Niðurstøðan er, at íslendingar longu nú hava tikið hond um henda trupulleika, so fiskimenn ikki koma í hesa støðuna aftur.