Nú verður byrjað aftur við vælumtókta klænkiskeiðinum hjá teimum trimum Guðrun M. Hansen, Anniku K. Joensen og Lydiu í Lambanum úr fimleikafelagnum Fok.
Skeiðið, sum er í fimleikarhøllini í Leirvíkar skúla, og sum byrjar mánakvøldið, hevur fingið sera góða undirtøku og hevur eisini givið góð úrslit, og eftir mangar áheitanir hava fyriskipararnir gjørt at av skipa fyri einum nýggjum skeiði, sum varar fram til 29. mars.
Skeiðið er ætlað teimum, sum viga ov nógv, og sum ikki hava gjørt tað stóra av fimleiki seinastu árini. Her verður ikki hoppað, men í staðin verður dentur lagdur á at gera venjingar fyri búk, rygg, lør, armar o.s.fr., siga fyriskipararnir í tíðindaskrivi.
Tosað verður um matvanar, og ráð verða givin um motión og góðan kost.
Umframt klænkiskeiðið verður eisini skipað fyri Aerobic og Step-aerobic ávikavist eina ferð og tvær ferðir um vikuna.