Sleppa á listan umvegis Danmark

Um ein ritstjóri velur eitt føroyskt lag til Nordic Playlist, so kann tað fáa eit av donsku plássunum tað vikuna, sigur Anna Hildur Hildibrandsdottir, ið er stjóri fyri Nomex, ið eigur og rekur listan.

Um ein ritstjóri velur eitt føroyskt lag til Nordic Playlist, so kann tað fáa eit av donsku plássunum tað vikuna, sigur Anna Hildur Hildibrandsdottir, ið er stjóri fyri Nomex, ið eigur og rekur listan.

 

Les: Føroyingar sleppa ikki upp í part


Stjórin á Nordic Music Export, Nomex, Anna Hildur vísir í, at hóast Føroyar ikki eru umboðaðar á Nordic Playlist og so eru føroyingar og grønlendingar partar av danska kongaríkinum, og um ein av ritstjórunum velur at taka eitt føroyskt, grønlendskt, álendskt ella samiskt lag fram, so kann tað fáa eitt pláss á listanum ístaðin fyri tað sjálvsstøðuga landi, ið sjálvstýrandi økið er partur av.

Hetta merkir, at tá ein av ritstjórunum velur t.d. eitt lag hjá Teiti, so kemur Teitur á listan við FO aftanfyri sær, og fær eitt av donsku plássunum.

Á heimasíðuni hjá listanum verða tey sjálvsstýrandi økini ikki nevnd við einum orðið, og frágreiðingin um listan er sera greið, at talan er um tvey løg úr hvørjum av teimum fimm londunum. Men Anna Hildur lovar, at tey kunna ritstjórar, ið gera listarnar um, at møguleiki er at velja føroysk, grønlendsk, álendsk og samisk løg.

 

Les: Ríkisfelagsskapurin spennur bein fyri okkum


Nomex hevur arbeitt við hesari verkætlanini í tvey ár, og hevur kannað nógvar ymiskar mátar at gera hetta. Eigararnir av Nomex eru tónleikaútflutningsskrivstovurnar í Íslandi, Noregi, Finlandi, Svøríki og Danmark, og hava tey brúkt nógva orku og pening uppá at menna hetta konseptið, og eru síðan farin til Nordisk Ministerråd fyri at fáa tey at stuðla verkætlanini.

Anna Hildur sigur, at tey ætla at endurmeta verkætlanina tvær ferðir um árið, og broyta leistin, um tað verður neyðugt. Men at byrja við er hesin leistur so valdur.