Sleppa frá at ganga túr við kelidýrunum

Teir siga ikki eitt orð. Tað ber ikki til at spæla við teir og tað ber heldur ikki til at læra teir nakað sum helst. Og tað ber heldur ikki til at ganga túr við teimum.

Kortini eru tey ikki so fá, sum halda akavariu-fiskar vera so hugtakandi, at tey brúka báði tíð og pengar uppá hesi ómælandi kelidýrini.

Tað er kanska ringt hjá summum at hugsa sær til, hví tað er so hugtakandi at hava akvarium fiskar.

Tað kann vera stuttligt at hava hund, ella kettu, ella ross, tí tey ber til at hava samband við.

Men akvariufiskar, sum onki siga og sum ikki reagera uppá tað allarminsta?!?

Teir siga ikki eitt orð. Tað ber ikki til at spæla við teir og tað ber heldur ikki til at læra teir nakað sum helst. Og tað ber heldur ikki til at ganga túr við teimum.

Kortini eru tey ikki so fá, sum halda fiskarnar vera so hugtakandi, at tey brúka báði tíð og pengar uppá hesi ómælandi kelidýrini.

Kanska er tað tí, at akvariufiskarnir eru minst líka nógv eitt ítriv, sum teir eru kelidýr.

Ein av teimum meiri sjáldsomu framsýningunum á ólavsøku var ein framsýning niðri í gomlu Margarinfabrikkini av akvariufiskum.

Og at tað kortini ikki er sørt við áhuga um hetta slagi av ítrivi sást av, at tað var rættiliga fitt av fólki inni og hugdu.

Framsýningin var býtt upp í bólkar.

Ein bólkur var tað, tey nevna biotop akvarium. Tað eru akvarium, har íð roynt verður at endurskapa tað rætta umhvørvið í sjónum einum ávísum stað, tað verið seg á Kaldbaksborni ella í Amazon á.

Ein annar bólkur vóru tað, tey nevna arts - akvarium, tað eru akvarium, har tað bara er eitt fiskaslag í. Og triði bólkurin var felagsakvarium, har í fleiri fiskasløg vóru í sama glastanga.

Men so stóðu tey akvarium, sum børn áttu, fyri seg, men tey vóru ikki minni hugtakandi, enn tey, hjá teimum vaksnu.

Tey, sum hava hendan felags áhugan, tóku seg fyri tveimum árum síðani saman í Akvariufelagið og nú eru 25 limir í felagnum.

Men tey vita, at tað eru mong onnur, sum hava hendan áhugan og roynt verður eisini at fáa tey uppí felagið.

Hendan fyrsta framsýningin hjá felagnum er so eisini ein roynd at fáa fleiri limir at tekna seg og yvirhøvur at vekja áhugan fyri hesum serliga ítrivinum.

Tað kostar 50 krónur um árið hjá børnum at vera limur í akvariufelagnum og 100 krónur hjá vaksnum.

Felagið hevur 10 fundir um árið, 1. leygardag í hvørjum mánaða, men tveir mánaðir halda tey frí. Tvær ferðir um árið geva tey limablað út við fundaryvirliti, limalista, fiskayvirliti keyp/sølulista og bókalista.

Tey, sum hava akvarium, gera nógv burturúr at ala fiskar, tí veruleikin er eisini, at summi fiskasløg eru bara til í akvarium, tí tey eru oydd í nattúruni. Roynt verður so við og við at seta teir útaftur.

Tað er ringt at seta fingurin á akkurát, hvat tað er sum er so hugtakandi við at hava akvarium.

Men áhugin er stórur. Hjá onkrum í akvariufelagnum er hann so stórur, at hann fekk ikki afturhald, men hevði yvir 30 akvarium runt um í húsinum eitt skifti. Men tað bleiv ov nógv av tí góða, so nú er bara eitt eftir - men tað er eisini stórt.

Men teir tríggir ungu akvariu-entusiastarnir, vit hittu, halda, at tað er sera avslappandi og hugtakandi at sita og hyggja at fiskunum, ikki minst tá ið teir fáa ungar.

Og tá skal ansast væl eftir, tí summir fiskar eru kannibálar og eta sínar egnu ungar beinanvegin. Aðrir fiskar halda saman í familjum og verja ungarnar og teimum skulu ungarnir ikki takast frá. Og so halda teir, at tað er minni stríð av fiskum, enn av hundi og kettu, tí fiskarnir skulu bara hava at eta, og reint vatn av og á, so eru teir nøgdir.

Teir halda eisini, at tað er spennandi at skifta um fiskar við hvønn annan.

Teir geva fiskurin fóður, sum teir keypa, men tað besta er at geva teimum livandi fóður

Tað er fyri tað mesta elalítlar rækjur. Eggini verða keypt, og táið rækjurnar eru klaktar, verða tær koyrdir í vatntangan til fiskarnar at eta. Annars er ikki nógv stríð at hava akvariufiskar. Bara tá ið teir faáa ungar, skal ansast væl eftir. Annars skal vatnið bara skiftast einaferð um mánaðin ella so.