Sleppa ikki fleiri biltúrar á páskum

Nakrir bilførarar í Vestmanna vóru helst illa við, tá ið teir fóru í bilin í morgun

 Tað eru nakrir bilførarar í Vestmanna, sum vónandi ikki høvdi ætlað sær ein biltúr á páskum.

 

Tí tað sleppa teir nevniliga ikki.

 

Løgreglan hevur verið í Vestmanna í nátt og klipt pláturnar av seks bilum, Talan er um bilar,  har eigarin ikki goldið vegskatt, og har Aktstovan av tí sama hevur biðið løgregluna taka pláturnar av bilunum.

 

Løgreglan sigur, at tessvegna vóru teir í Vestmanna í nátt og tóku pláturnar av seks bilum.

 

Hjá løgregluni eru tey greið yvir, at nógv illneitast inn á, at teir koma sum tjóvur á nátt at klippa plátur, men tey siga, at skulu plátur takast av einum bilin, gera tey tað, tá ið sannlíkindini eru størst fyri at finna bilin, og tað er um næturnar.

 

Tað eru eisini tey, sum illneitast inn á, at løgreglan ikki sigur frá, so at tey fáa víst teimum eina kvittan fyri, at skuldin er goldin, tí onkuntíð hava tey goldið, uttan at tað er skrásett hjá Aktstovuni.

 

Men Løgreglan sigur, at tað fáa tey ikki gjørt so nógv við. Tey fáa ein lista frá Akstovuni yvir bilar, har pláturnar skulu klippast fyri skuld, og so fær løgreglan ikki gjørt meiri við tað, uttan at taka pláturnar.

 

Men er talan um eina misskiljing av onkrum slagi, verður tað ein spurningur sum eigarin má avgreiða við Aktstovuna aftaná, sigur løgreglan.