Sleppa ikki til Havnar !


Tey 25 forskúlabørnini í Klaksvík, sum ætlaði sær til Havnar at bowla, mátti vegna væntandi tænastu frá Strandferðsluni avlýsa túrin, sum tey í langa tíð høvdu glett seg til


Klaksvík:
Ætlanin var, at tey 25 forskúlabørnini í Dr. Margrethu barnagarðinum í farnu vikuni skuldu fara ein túr til Havnar, har tey millum annað skuldu bowla og taka sær av løttum í nakrar tímar.
Men so varð ikki. Eftir at starvsfólkið í fleiri vikur høvdu fyrireikað túrin, máttu tey mikudagin bera børnunum boð um, at túrurin gjørdist av ongum.

Væntandi tænasta
Orsøkin til hetta var væntandi tænasta frá Strandferðsluni.
Nú Scania rekur siglingina um Leirvíksfjørðin, hevur Strandferðslan avgjørt, at teir ongan eyka buss seta inn í leiðina millum Fuglafjørð og Havnina.
Strandferðslan hevur annars gjøgnum longri tíð bjóða eina tænastu út, sum serliga er ætlað til størri ferðabólkar. Hendan tænastan sigur, at ein bert skal siga frá, hvussu nógv eru í ferðandi bólkinum, og seta teir so ein eyka buss inn, soleiðis at øll tey ferðandi sleppa aftur og fram.
- Hesa tænastu hava vit nýtt fleiri ferðir, og ringdu vit tískil fyrr í vikuni suður á Strandferðsluna. Tey bóðu okkum fara inn á heimasíðu teirra eftir einum bíleggingarseðla, sum vit síðani skuldu senda suður, greiða tey frá úr barnagarðinum.
Men boðini, tey fingu aftur úr Havnini, vóru stutt og greið. So leingi, sum Scania røkir siglingina um Leirvíksfjørð, verður eingin eyka bussur settur at røkja leiðina suður til Havnar.
- Orsøkina til hetta søgdu teir vera, at trupult er at fáa busskipanina at hóska saman við siglingartíðunum hjá Scaniu. Tað hjálpir bara ikki okkum so nógv, sigur eitt av starvsfólkunum á Dr. Margretu barnagarðinum.

Sleppa ikki norð
Starvsfólkið fekk frá Strandferðsluni at vita, at øll børnini kundu sleppa suður til Havnar við bussinum um morgunin, tá ætlanin var at fara avstað.
Men Strandferðslan kundi ikki geva nakra trygd fyri, at øll børnini sloppu norður aftur við bussinum sama seinnapart.
- Ætlanin var, at vit skuldu taka bussin úr Havnini klokkan 15.00 seinnapartin, men eingin kundi tryggja okkum, at øll børnini fingu pláss í bussinum, greiðir eitt av starvsfólkunum frá.
- Um so var, at pláss ikki hevði verið fyri øllum í sama bussi, so høvdu vit staðið eftir við eini rúgvu av 6-7 ára gomlum børnum, sum ikki høvdu nakran møguleika fyri at sleppa úr Havnini fyrr enn klokkan 19.00 á kvøldið. Og so høvdu vit ikki verið í Klaksvík fyrr enn klokkan 22.00. Tað er jú langt yvir songartíð hjá teimum, siga tey úr barnagarðinum.

Sera ónøgd
Sum heild eru tey á barnagarðinum sera ónøgd við hesa væntandi tænastu, sum Strandferðslan nú hevur víst teimum.
- Strandferðslan er jú ein almennur stovnur, og eigur at bjóða nøktandi flutningsmøguleikar til allar føroyingar. Hetta kemur eisini at hava stóra ávirkan á øll ítróttarliðini, sum hvørt vikuskiftið í hópatali ferðast úr Klaksvík, sigur eitt av starvsfólkunum.
Barnagarðurin fekk annars at vita frá Strandferðsluni, at tey kundu leiga sær ein buss frá onkrum øðrum, men tað eru tey ikki heilt nøgd við.
- Tað merkir, at vit mugu fara aðrastaðni at keypa eina tænastu, sum Strandferðslan annars sigur seg bjóða viðskiftafólkunum ókeypis, og tað kann ikki vera rætt, halda tey í barnagarðinum.