- Tað er helst ikki stór undirtøka fyri mínum sjónarmiðum her í salinum, segði Sjúrður Skaale.
- Vit í Føroyum renna okkum í ein múr, tá talan fellur á ES. Vit uppfata ES sum stóra og ónda samveldið, segði Sjurður Skaale.
Fyrr fór Danmark inn í ES sum einasta norðanlandið, nú er støðan hon, at Føroyar er einasta norðanlandið uttan fyri ES.
- Men okkum nýtast ES, tí nærum helvtin av okkara útflutningi fer til ES, segði Sjúrður Skaale.
Fólkatingsmaðurin heldur tó, at ES er ein grundarsteinur fyri Europa.
- Europa er eitt lítið samfelag, og størsta landið í ES er Týskland, sum er nummar 16 á listanum yvir heimsins størstu lond, segði Sjúrður Skaale.
Hann kom inn á bókina hjá Stefan Zweig, Verden af i går, har rithvudnurin droymir u eitt Europa, har mørkini eru burtur, men har mentanarligu virðini verða varðveitt.
- Og tað gekk upp fyri mær, at hetta var júst ES. Mørkini eru meira ella minni burtur, segði Sjúrður Skaale.
Hann remsaði síðani ólempurnar upp við at standa uttan fyri ES, og vísti til úttalisli hjá Regin Jacobsen, stjóra á Bakkafrost.
Hann kom eisini inn á telefonnetprísir, og hvussu nógv føroyingr noyðast at gjalda í mun til danir, ið jú eru limir í ES.
Hann helt fram við at visa á fyrimunir við at gerast partur av ES og vísti til, hvussu føroyingar royna at hald útlendskum íløgum úti, meðan mann í øðrum londum taka ímóti við opnum ørmum.